Landsliðsleikari deyður í vanlukku

Kekkiski landsliðsleikarin, Josef Sural, gjørdist einans 28 ára gamal.

Tað fekk álvarsligar avleiðingar, tá ið ein minibussur við sjey spælarum frá turkiska felagnum, Alanyaspor, í gjár endaði í einari vanlukku á veg heimaftur eftir útidyst ímóti Kayserispor í bestu turkisku deildini.

Teir sjey spælararnir komu allir til skaða, og ein teirra, Josef Sural, doyði. Hann varð saman við hinum fluttur á Alanya Private Anadolu Hospital, men lív hansara var ikki til at bjarga.

Josef Sural gjørdist 28 ára gamal, og hann náddi at spæla 20 landsdystir fyri Kekkia. Hann skifti fyrr í hesum kappingarárinum til Alanyaspor eftir at hava umboðað Brno, Slovan Liberec og Sparta Prag í heimlandinum.

Forsetin í Alanyaspor, Hasan Cavusoglu, sigur sambært Reuters, at fyrsta metingin hjá løgregluni um orsøkina til vanlukkuna er, at bussførarin sovnaði.

Í turkisku Super Lig náddi Josef Sural at skjóta eitt mál í níggju dystum fyri Alanyaspor, sum í løtuni er nummar fimm.