FSF: Yvirskot á 650 túsund krónur

Aðalfundur: FC Suðuroy tók uppskotini um broyttan kappingarleist aftur

Mynd: (Fótbóltssambandið)

Mynd: (Fótbóltssambandið)

Leygardagin 15. februar 2020 varð 42. aðalfundur Fótbóltssamband Føroya hildin í FSF-húsinum í Havn. Og talan gjørdist um ein friðaligan fund, har FC Suðuroy tók síni uppskot aftur, skrivar Fótbóltssambandið.

Fundurin byrjaði við at FSF-forsetin, Christian F. Andreasen bjóðaði vælkomin. Forsetin segði síðani minningarorð um fyrrverandi stovnara og formann í B71, Ragar Fossdalsá, sum andaðist í fjør. Aðalfundurin mintist Ragnar í tøgn í ein minutt.

##med2## 

Altjóða fótbóltssamgongurnar FIFA og UEFA vóru eisini umboðaðar á aðalfundinum. Valentina Mercolli frá UEFA, og Heidi Beha frá FIFA, róstu FSF og føroysku feløgunum fyri stóra arbeiðið, ið gjørt verður at menna fótbóltin í Føroyum.

Umboðini fyri UEFA og FIFA søgdu seg eisini gleðast um at síggja, at stuðulin frá FIFA/UEFA varð nýttur væl til at betra um vallarumstøðurnar hjá føroysku feløgunum. Eisini fegnaðust tær um, at verkætlanin at liðugtgera Tórsvøll nú nærkast endanum, og at hendan útbyggingin gevur FSF møguleika at bjóða seg fram at hýsa størri kappingum, so sum EM-endaspælinum hjá U17-gentum, sum verður í mai í 2021.

##med3## 

Síðani greiddi Christian Andreasen frá virksemi FSF’s í 2019. Roknskapurin seinasta ár gav eitt yvirskot upp á 650.000 krónur. Virksemið hjá FSF hevur ongantíð verið størri og í fjør spældu okkara landslið heili 54 landsdystir.

Eginognin hjá FSF er nú 31,5 milliónir krónur. Samlaðu inntøkurnar hjá FSF í fjør vóru áleið 51,6 milliónir krónur, og útreiðslurnar 51 milliónir. Tað staðfesti Christian Andreasen, FSF-forseti, í síni formansfrágreiðing á aðalfundinum hjá Fótbóltssambandinum.

Viðtøkur FSF’s vóru broyttar á Aðalfundinum, soleiðis at tað nú er heimilað Starvsnevndini at gera broytingar í kappingarreglum, agareglugerð og leikarareglugerð. Aðalfundurin var tó samdur um, at møguligar broytingar í nevndu reglum tó altíð fyrst skulu umrøðast á formansfundi.

 ##med4##

FC Suðuroy hevði innsent trý uppskot til broytingar. Tvey í kappingarreglunum og eitt í leikarareglugerðini. Í vetur varð tó ein arbeiðsbólkur settur av Fótbóltssambandi Føroya, sum skal koma við tilmæli um nýggja kappingarskipan og uppalingargjald, og eftir umrøðu á aðalfundinum avgjørdi FC Suðuroy at taka síni uppskot aftur.

Til seinast takkaði FSF-forsetin fyri ein góðan og siðiligan fund, og síðani varð fyrsta ørindi í Tjóðsanginum sungið.

Mynd: (Fótbóltssambandið)

Mynd: (Fótbóltssambandið)

Mynd: (Fótbóltssambandið)

Mynd: (Fótbóltssambandið)