Fult álit millum mótstøðumenninar á landsliðnum

Fleiri av føroysku landsliðsleikarunum eru í hørðum stríði ímóti feløgunum hjá hvørjum øðrum, men nú eru teir liðfelagar og hava fult álit á hvørjum øðrum

Tróndur Kragesteen verður vandur av Sonna Larsen - Tá ið teir koma aftur til Føroya gerast teir mótstøðumenn aftur

Tróndur Kragesteen verður vandur av Sonna Larsen - Tá ið teir koma aftur til Føroya gerast teir mótstøðumenn aftur

Dysturin, Føroyar - Ukraina, verður leiktur leygardagin klokkan 16.45 - FM1 sigur beinleiðis frá dystinum

Les um dystin, Ukraina - Føroyar, í Sosialinum fríggjadagin.

 

Í føroyskum manshondbólti hevur alt snúð seg um FM-finalurnar seinastu tíðina.

Seinastu vikuna er alt brádliga avloyst av landsliðsfepuri, har fleiri av teimum, ið eru í hørðum stríði við hvønn annan, nú eru liðfelagar. 

Eitt nú eru tveir leikarar hjá Neistanum og tveir leikarar hjá H71 í hópinum. Fyri 9 døgum síðani vóru hesir leikarar á hvør sínari hálvu og gjørdu alt fyri at vinna á hvørjum øðrum í aðru FM-finaluni.

Harafturat eru landsliðsvenjarin og hjálparvenjarin, Sonni Larsen og Jeppe Borch, dagliga venjarar hjá hvør sínum luttakara í FM-finalunum.

Nú samstarva teir allir, og tað hevur verið stuttligt at sæð, hvussu menn brádliga hava álit á monnunum, ið herfyri var argasti mótstøðumaður.

Heldur ikki útisetarnir sleppa undan hesi sannroynd.

Seinasta leygardag spældu Tønder við Niklasi Simonsen á liðnum ímóti Frederikshavn við Eiriki Simonsen á liðnum. Tønder vann og Frederikshavn flutti niður í aðru deild av hesum úrslitið.

Dagsins leikari var kosin Niklas Simonsen, so Eirikur Simonsen kann helst við røttum hugsa at landsliðsfelagin spilti honum spælið.

Á hesum landsliðstúrinum og í dystinum í Kiev mikukvøldið, vóru tó eingi tekin um, at dagliga kappingin hevur ávirkan á liðandan.

Leikararnir bæði samstarva og hugna sær óført saman, og teir eru til reiðar at ofra seg fyri hvørjum øðrum klokkan 17.45 í morgin.

 

 

Tróndur Kragesteen verður vandur av Sonna Larsen - Tá ið teir koma aftur til Føroya gerast teir mótstøðumenn aftur