Fýra feløg eru favorittar

Meistararnir vístu favorittunum vegin, tá ið teir síðstu løtuna vístu fínan hugburð og skoraðu sigursmálið

Seinnapartin vera fýra dystir í øðrum umfari í Betrideildini. Fyrsta bríksl í trimum verður klokkan 15, meðan bólturin fer á rull í tí fjórða – í Streymnesi har NSÍ verður gestur hjá EB/Streymi – klokkan 17.

Veddingartølini siga, at talan er um fýra greiðar favorittar – HB í Fuglafirði, Víkingur í Gøtu, NSÍ í Streymnesi og B36 í Gundadali.

KÍ var í gjár favorittur í Trongisvági, og tað eydnaðist klaksvíkingum at vinna 2-1. Eftir at TB tíggju minuttir undan leikloki hevði javnað til 1-1, vísti KÍ sera góðan hugburð og stórt tol við vindinum ímóti. Og tað eydnaðist at skjóta sigursmálið.

Áskoðarar hava loyvi til at møta upp og við vøllin fylgja við ídag. Heimafeløgini leiðbeina, hvussu áskoðararnir skulu bera seg at, og hvar teir skulu sita og standa.

 

ÍF – HB: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

Víkingur – Skála: Dagfinn Forná kl. 15.00

EB/Streymur – NSÍ: Petur Reinert kl. 17.00

B36 – AB: Bjarki Danielsen kl. 15.00

TB - KÍ 1-2 (0-1)

0-1: Jóannes Bjartalíð 29.

1-1: Rógvi Joensen br 79.

1-2: Jóannes Bjartalíð br 94.

Dómari: Eiler Rasmussen

TB:  Frederik Mehder – Jens Erik Bruun, Musah Armah, Ndende Adama Gueye, Rasmus Møller, Sebastian Kroner – Samudeen Musah (Nikolei Johannesen, 83.), Rógvi Joensen, John Villi Wøldike Leo, Dánjal Godtfred– Mads Raben (Einar Thorsteinsson, 71.)

Gult kort: John Villi Wøldike Leo,

Reytt kort: Sebastian Kroner 74. (2 gul)

Venjari: Michael Winter

KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen – Jóannes Bjartalíð, Alessio Hyseni (Boris Dosljak, 83.), Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen (Steinbjørn Olsen, 95.) – Ole Erik Midtskogen, Páll A. Klettskarð (Jonn Johannesen, 83.)

Gult kort: Jóannes K. Danielsen, Deni Pavlovic,

Venjari: Mikkjal Thomassen