Fýra føroyingar hava spælt í Skotlandi

Håkan Ericson sigur, at hansara menn eiga stórt sjálvsálit, eftir at teir bara hava tapt ein av átta dystum um stig

Klokkan 19.45 verður fyrsta bríksl á Hampden Park í Glasgow, har Føroyar í triðja dystinum í eina lítla viku skulu spæla ímóti Skotlandi.

Hjá heimaliðnum stendur nógv upp á spæl, tí tað hevur higartil ikki hilnast so væl hjá skotum í hesi HM undankappingini. Í bólki F hava bæði Skotlandi og Føroyar spælt tveir dystir.

Úrslitini hjá Skotlandi eru 2-2 á heimavølli ímóti Eysturríki og 1-1 á útivølli ímóti Ísrael.

Úrslitini hjá Føroyum eru 1-1 á útivølli ímóti Moldova og 3-1 tap á útivølli ímóti Eysturrík.

Tí er tað trýst á skotska liðnum, sum verður roknað at vera favorittur, hóast miðlarnir í Skotlandi minnast aftur á 1999 og 2002, tá ið tað endaði ávikavíst 1-1 og 2-2 á Svangaskarði. Í fyrra dystinum javnaði Hans Fróði Hansen stutt undan leikloki til 1-1 við drønstútara eftir horna úr høgru, og í seinna dystinum legði John Petersen við tveimum málum beinanavegin Føroyar á odda 2-0.

Føroyingar gleða seg til á Hampden Park at seta punkum fyri hesi rundferðini í Europa. Lagið er gott, og tað er sjálvsálitið eisini:

-Vit hava bara tapt eina av átta kappingardystum. Sjálvsálitið er stórt, hóast vit vita, at uppgávan verður tung í kvøld. Í fótbólti ber alt til, og vit ætla í kvøld at gera okkara fyri at tað óvæntaða skal koma fyri, sigur Håkan Ericson, landsliðsvenjari hjá Føroyum, við skotskar miðlar ídag.

Í skotsku miðlunum verður gjørt burturúr, at fýra av føroysku spælarunum áður hava spælt í Skotlandi.

Ein er Gunnar Nielsen, sum 2013 – 2015 umboðaði Motherwell í bestu deildini í  23 dystum.

Ein annar er Odmar Færø, sum vaks upp og var undir útbúgving í Skotlandi, har hann umboðaði Forfar Athletic.

Og so eru tað Gilli Rólantsson og Hallur Hansson, sum spældu ungdómsfótbólt í Aberdeen. Hallur varð einaferð í 2010 skiftur inn á besta liðið:

-Eg havi spælt saman við fleiri av teimum, sum nú eru á skotska liðnum, og sjálvandi er tað hugaligt aftur at spæla í Skotlandi, segði Hallur Hansson við Scottish Sun í morgun.