Fýra nýggir nevndarlimir í Fuglafirði

Georges Rouah heldur fram sum formaður í ÍF

Aftanfyri frá vinstru: Jóhan Ellingsgaard, Leif André Eliasen, Hjalti Lundsbjerg, Georges Rouah. Frammanfyri frá vinstru: Marta Sólheim Thomsen, Høgni á Lakjuni og Annika Ragna Christiansen. Karl Leiti restar á myndini

Fótbóltslagið er gott í Fuglafirði. Í kvøld hevði ÍF aðalfund, og felagið greiðir soleiðis frá nevndarvalinum:

ÍF hevði í kvøld aðalfund í ítróttahúsinum í Fuglafirði. Felagið flutti inn í snotiliga húsið á sumri í fjør, og leikarar, venjarar og øll rundanum hava síðani havt møguleika at notið gott av umstøðunum. Seinni í ár verður ovara hæddin í húsinum í Fløtugerði til reiðar at taka í nýtslu.

Á skránni var millum annað val av tveimum nýggjum nevndarlimum.

Aðalfundurin skeyt upp, at Høgni á Lakjuni og Marta Sólheim Thomsen komu í nevndina, og tey tóku við vali. Høgni og Marta vera ávíkavist peningarøkil og skrivari og avloysa Magnus Jørmundsson og Katrin Madsen, ið felagið ynskir at takka fyri gott samstarv og fyri stórt arbeiði

Fyri at breiðka um herðarnar, sum skulu bera felagið, so vórðu tveir nýggjar tiltakslimir valdir. Talan er um Anniku Christiansen og

Hjalta Lundsbjerg. Tey verða løgd afturat Karl Leiti, ið heldur fram sum tiltakslimir.

Tá nevndin skipaði seg gjørdist eisini greitt, at Georges Rouah heldur fram sum formaður, Leif Andre Eliasen heldur fram sum næstformaður og Jóhan Ellingsgaard sum nevndarlimur.

Harvið sær nevndin hjá ÍF soleiðis út nú:

Georges Rouah, formaður

Leif Andre Eliasen, næstformaður

Høgni á Lakjuni, peningarøkil

Marta Sólheim Thomsen, skrivari

Jóhan Ellingsgaard, nevndarlimur

Tiltakslimir:

Annika Ragna Christiansen

Hjalti Lundsbjerg

Karl Leiti

Ungdómsnevndin er eisini fullmannað, og ungdómsnenvdin og starvsnenvdin eru nú til dystin fús til kappingarárið 2021.