Fyribils seinasta finala hjá Inga Olsen

Ingi Olsen tekur ein steðg komandi kappingarár - in.fo prátar við venjaran

Ingi Olsen sigur vit síggjast heldur enn farvæl efir hetta vikuskiftið

Ingi Olsen sigur vit síggjast heldur enn farvæl efir hetta vikuskiftið

Tá ið Føroyameistaraheitið skal avgerast í dag og møguliga í morgin, er tað samstundis seinastu ferð á hesum sinni, at Ingi Olsen situr á venjarabonkinum. Hondbóltsímyndin úr Vestmanna boðaði fyrr í ár frá, at hann heldur ikki fram sum venjari komandi kappingarár, men í samrøðu við in.fo greiðir hann frá, at hann hugsar hetta sum ein steðg, og ikki sum ein enda.

Ingi Olsen hevur havt nógv um at vera seinastu árini. Drúgvar arbeiðsvikur og nógvar venjingar hava tikið nógva tíð.

Seinasta kappingarár var Ingi Olsen venjari hjá bæði monnum og kvinnum hjá VÍF, umframt at hann er var landsliðsvenjari hjá Grønlendska landsliðnum. Hann hevur eisini havt ungdómslandslið um hendi, og var millum annað hjálparvenjari á U21-landsliðnum, ið spældi HM í Algeria í 2017.

Í ár hevur Ingi Olsen aftur vant kvinnurnar hjá VÍF og grønlendska landsliðið. Hann heldur kortini fram sum grønlendskur landsliðsvenjari. Hann hevur sáttmála til ársenda, og síðani verður nýggj støða tikin.

 

Væntar hondbóltsabstinensir

Hóast Ingi Olsen kann gleðast um eyka frítið komandi kappingarár, er hann greiður um at tað er ikki bara sum at siga tað, at gevast við hondbóltinum.

Hann hevur tikið steðgir áður, og hann greiðir frá, at hann kennir eitt øgiligt órógv fyrstu tíðina. Serliga eftir finalur. Men nú fær hondbóltsímyndin notið hondbólt øðrvísi.

-Eg fari at njóta at fara í høllina og sita saman við hinum ekspertunum á áskoðaraplássunum og gera meg klókan, heldur Ingi Olsen fyri.

 

Tað verður betri tíð til annað

.Eg føli ikki at eg gevist, sigur venjarin. Hetta verður bara ein steðgur. Hvussu leingi er ikki greitt, og Ingi Olsen viðgongur at hann helst hevði umhugsað tað, um onkur hevði tørv á einum venjara í desember.

Men ætlanin er at halda frí tá ið fjøllini skulu gangast í heyst.

-Fjøllini verða gingin í ein asins fart, og man skundar sær at fletta, tí man skal aftur í høllina, greiðir Ingi Olsen frá og heldur fram:

-Hondbólturin fyllir alt um vetrarnar. Eg havi til dømis ongantíð verið á skíferiu, sigur venjarin, ið nú fer at fáa eitt vet meira frítíð.

Men hetta verður bert ein steðgur, og Ingi Olsen heldur fyri, at hann vil ikki fáa nakað blómutyssi handað. Hann tekur fegin ímóti herðaklappum, men ikki fyri at gevast, staðfestir venjarin.

Men nú fær VÍF-venjarin møguleika fyri at takka fyri hesu ferð við einum Føroyameistaraheitið, men um tað eydnast ella ikki, tað fer ikki at gera mun í avgerðini um at taka steðgin.

 

Hondbóltur er framvegis stuttligur

-At gevast á toppinum, hevur ongantíð verið mítt motto, sigur Ingi Olsen. Hann greiðir frá at hann hevur ofta tosað við Jónleif Sólsker, um nær tað er ráðiligt at taka eitt eyka tørn ella at gevast.

-Vit báðir blivu samdir um, at so leingi tað er stuttligt og tú kennir at tú gevur okkurt, so er eingin orsøk at gevast.

Í síni drúgvu leið sum venjari og leikari, hevur Ingi Olsen verið í óteljandi finalum við bæði VÍF og Neistanum – og bæði kvinnum og monnum í báðum feløgum.

-Eg hugni mær nógv við hondbóltinum, sum hevur fylt so nógv í lívinum, og eg havi eisini tapt eina rúgvu av finalum, sigur Ingi Olsen. -Vit dugi alt ov væl at tapa finalur, tekur hann til

Nú verða tær seinastu leiktar um vikuskiftið. Um VÍF vinnur ella spælir javnt ímóti Kyndli í dag klokkan 17.00 í Høllini í Vestmanna er Ingi Olsen Føroyameistari einaferð enn. Vinnur Kyndil, skal ein seinasti finaludystur spælast sunnudagin klokkan 17.00 í Vestmanna.

Hvussu verður og ikki, so hevur Ingi Olsen fyribils frí frá venjing eftir hetta vikuskiftið

Ingi Olsen sigur vit síggjast heldur enn farvæl efir hetta vikuskiftið