Leygardagin 30. januar verður fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki í høllini á Hálsi í Havn. 13 lið eru tilmeldaði hesa kappingina. Tey eru úr Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelganum Ljósinum og Fimleikafelagnum Støkk.
Vegna korona verður kappingin uttan áskoðarar. Kappingin verður stroymd umvegis facebook.com/www.fimleikur.fo.
Skráin leygardagin:
Klokkan 13.00 byrjar kappingin fyri pinkur og smágentur.
Klokkan 15.00 byrjar kappingin fyri gentur, unglingar og kvinnur.