Fyrrverandi landsliðsvenjari skal venja Helga og Kjartan

Scott Harrington er settur sum nýggjur venjari hjá norska Viking, sum hevur føroyskar spælarar

Norska hondbóltsfelagið, Viking, hevur í dag sett fyrrverandi føroyska landsliðsvenjaran, Scott Harrington, sum venjara. Hann skal sostatt verða venjari hjá Helga H. Hoydal og Kjartani Johansen, sum hava spælt undir Scott Harrington fyrr.

- Vit fegnast um at kunna presentera Scott Harrington sum okkara nýggja høvðusvenjara. Hann fær stóru uppgávuna at leiða okkara ungu spælarar, tá vit aftur skulu spæla, skrivar felagið.

Scott Harrington er breti, men tosar danskt. Hann hevur verið venjari bæði í Danmark og í Føroyum, har hann eitt skifti var føroyskur landsliðsvenjari. Hann var eisini venjari hjá kvinnulandsliðnum hjá Kina.

- Scott er ein íðin venjari, sum kenni eitt sindur tíðini á landsliðnum. Hann er ein líkatil venjari og eitt umvandrandi hondbóltsleksikon, sigur Helgi H. Hoydal.

Helgi H. Hoydal er liðskipari á liðnum, meðan Kjartan Johansen er ein týðandi spælari í felagnum.