Fyrsti dysturin í Premier League er útsettur

Coronasmittan hevur ikki fingið fastartøkur í Premier League, men tað er við at broytast

Mynd: Evangelos Marinakis

Mynd: Evangelos Marinakis

Í dag hevur Premier League boðað frá, at útsetti dysturin millum Manchester City og Arsenal aftur er útsettur. Fyrssu ferð var orsaka av ódnarveðri, nú er tað orsaka av coronasmittuni.

Arsenal spældi 27. feburar móti grikska Olympiacos í Europa League. Her heilsaðu fleiri av spælarunum upp á eigarin í griska felagnum, Evangelos Marinakis. Hann hevur fingið staðfest coronasmittuna og tí eru spælararnir hjá Arsenal farnir í sóttarhald.

Evangelos Marinakis, sum eisini eigur enska felagið Nottingham Forest, er ein grikskur ríkmaður, sum týsdagin boðaði frá at hann hevur fingið staðfest Covid-19.

Arsenal boðar frá, at sannlíkindini fyri at spælararnir hava Covid-19 er lítil, men at felagið ynskir at fylgja tilmælinum frá læknanum og tí útseta dystin. Higartil er italska Seria A útsett til 3. apríl, meðan dystirnir í Spania verða spældir uttan áskoðarar. Tó verða áskoðarar til dystirnar í Premier League, sum ikki er hart rakt av smittuni – enn.

Mynd: Evangelos Marinakis