Fyrsti føroyski kurvabóltssigurin á oyggjaleikum er komin í hús

(OYL) Føroyar vunnu sannførandi 76-35 á Álandi, og kunnu fegnast um fyrsta oyggjaleikasigurin nakrantíð

Bjarni W. Zachariassen tekur brotskast í dystinum móti Oynni Wight (Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)

Bjarni W. Zachariassen tekur brotskast í dystinum móti Oynni Wight (Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)

Aftaná tvey tepur tap móti Jersey (74-79) og Oynna Wight (44-46) hava Føroyar loksins vunnið ein dyst í kurvabólti á oyggjaleikunum í Gibraltar.

Føroyar vunnu sannførandi 76-35 á Álandi. Yngstu leikararnir byrjaðu inni, og teir gjørdu tað sera væl móti Álandi, ið hevur víst seg at verið tað væl veikasta liðið í kappingini.

Men aftaná vónbrotini og líka við og næstan dystirnar móti Jersey og Oynna Wight kemur sigurin ógvuliga væl við, og spælararnir fegnast stórliga um søguliga sigurin. 

Føroyar hava kappast á oyggjaleikum í kurvabólti hjá monnum síðani oyggjaleikirnar á Jersey í 2015. Í 2015 og 2017 taptu Føroyar allar dystirnar. 

Nú er hesin ísurin loksins brotin, og tað er eisini ein føroyskur sigur á oyggjaleikunum í Gibraltar.

Seinni í dag kunnu tit hoyra dystarendan og samrøður frá FM1. Sjúrður H. Hoydal segði frá seinasta korterinum av dystinum. 

Bjarni W. Zachariassen tekur brotskast í dystinum móti Oynni Wight (Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)