Doping: Pál í ójavnari kapping

Sun Yang er tikin fyri dopin og málið verður duld fyri almenninginum. Jón Bjarnason er kritiskur um støðuna

Mynd: ÍtróttarSosialurin mánadagin 1. desember 2014

Mynd: ÍtróttarSosialurin mánadagin 1. desember 2014

22 ára gamli kinesiski heimsmeistarin á 1.500 metrum, Sun Yang, sum setti heimsmet á teininum til OL í London í 2012, varð fyrr í ár tikin fyri doping. Hann testaði positivur fyri trimetazidine, sum er ein álvarsligur hjartaheilivágur.

 

Keyp Sosialin við at trýsta HER

 

Sun Yang bleiv tikin 17. mai í ár, men ikki fyrr enn í novembur mánaði kom tað fram í kinesiskum miðlum, at Sun Yang faktist hevði verið dopaður og sitið sína revsing upp á tríggjar mánaðar, áðrenn hann í septembur vann trý gullheiðursmerki í asiatisku leikunum.

 

Jón Bjarnason, fyrrverandi venjari hjá Páli Joensen, heldur lítið um handfarðingina av málinum og stutta banninum hjá Sun Yang. Í samrøðu við ítróttarSosialin, sum kom á gøturnar í gjár, undrast Jón Bjarnason á hvussu eitt so álvarsligt brot kann føra so lítla revsing við sær. Umframt tað, so følir hann, at Pál Joensen er í ójavnari kapping, tá hann svimur móti Sun Yang.

 

Les eisini: Kappingarneyti hjá Páli tikin fyri doping

 

Hvørki kinesisku ella heimsmynduleikarnir innanfyri svimjing ella anti-doping øki hava víst gjøgnumskygni í málinum.  

 

Ein størri lýsing av málinum og samrøður við Jón Bjarnason og Magna Mohr um málið eru at lesa í ÍtróttarSosialinum frá mánadegnum.