Fyrstu leikirnir fluttir

Landskappingin í talvi 2019/20 er byrjað. Fyrsta umfar hevur verið, og sunnudagin verður lagt til brots í øðrum umfari

Manningin hjá Sandavágs Talvfelag, sum vann FM tíðliga í vár. F.v.: Høgni Egilstoft Nielsen, Silas Eyðsteinsson, Ingi Wiberg, Rógvi Egilstoft Nielsen og Torkil Nielsen.

Manningin hjá Sandavágs Talvfelag, sum vann FM tíðliga í vár. F.v.: Høgni Egilstoft Nielsen, Silas Eyðsteinsson, Ingi Wiberg, Rógvi Egilstoft Nielsen og Torkil Nielsen.

Landskappingin í talvi 2019/20 er byrjað. Fyrsta umfar hevur verið, og sunnudagin verður lagt til brots í øðrum umfari.

Føroyameistarnir úr Sandavágs Talvfelag løgdu bragdliga fyri og gjørdu bart í fyrsta dystinum móti Kollafjarðar Talvfelag. Vágamenn vunnu á øllum fýra borðum. Manningin er tann sama sum í fjør: 1. Høgni Egilstoft Nielsen 2. Rógvi Egilstoft Nielsen 3. Silas Eyðsteinsson 4. Torkil Nielsen.

Fyrsta lið hjá Havnar Telvingarfelag, sum má metast sum størsti avbjóðarin hjá sandavágsmonnum, snávaði móti næstbesta liði felagsins. Dysturin endaði 2-2. Helgi Dam Ziska og Martin Poulsen gjørdu sína skyldu á ovaru borðunum, men á aftaru borðunum taptu Luitjen Apol (yngri) og Rógvi Mortensen fyri ávikavist Margar Berg og Jóannes V. Hansen.

Í triðja dystinum í 1. deild vunnu klaksvíkingar tryggan sigur á vestmenningum, sum nú aftur eru í fremstu deildini. Klaksvíkar Talvfelag vann 3½-½. John Jacobsen - føroyameistari í 1978 - var hin einasti av vestmenningunum, sum helt tørn. Hann og Steintór Rasmussen telvaðu javnt á øðrum borði.

Úrslitini í 1. umfari í 1. deild: Havnin A - Havnin B 2-2, Sandavágur - Kollafjørður 4-0 og Klaksvík - Vestmanna 3½-½. Í øðrum umfari sunnudagin verður telvað soleiðis í 1. deild: Sandavágur - Havnin B, Vestmanna - Havnin A og Kollafjørður - Klaksvík.

 

HT og ST favorittar 

Sandavágs Talvfelag hevur sum nevnt somu manning sum farna vetur. Havnarmenn hava at kalla eisini somu manning, men har verða helst fleiri, sum fara at skiftast. Nýggjur á liðnum er tann einans 13 ára gamli Luitjen Apol, sum hevur tikið seg heilt nógv fram, og nú stendur við sama styrkitali (2129), sum stórmeistari okkara, Helgi Dam Ziska, hevði um hansara aldur. 

Hesir sjey manna 1. lið hjá Havnar Telvingarfelag í vetur: 1. Helgi Dam Ziska 2. Martin Poulsen 3. Olaf Berg 4. Carl Eli Samuelsen 5. Sjúrður Thorsteinsson 6. Luitjen Apol (yngri) 7. Rógvi Mortensen.

Telvað verður eisini í 2.- og 3. deild í landskappingini. Í alt níggju feløg kappast í teimum trimum deildunum.

Manningin hjá Sandavágs Talvfelag, sum vann FM tíðliga í vár. F.v.: Høgni Egilstoft Nielsen, Silas Eyðsteinsson, Ingi Wiberg, Rógvi Egilstoft Nielsen og Torkil Nielsen.