Tá ið Manchester United í gjárkvøldið vann 1-0 á Burnley í Premier League, tók Manchester United samstundis oddasessin frá Liverpool. Og hetta er fyrstuferð í nógv ár, at Manchester United er á odda so seint í kappingini.
Vit skulu nevniliga heilt aftur til 2013 fyri at finna nær Manchester United síðst var á odda í Premier League eftir nýggjárið. Tá var Sir Alex Ferguson venjari hjá Manchester United.
Manchester United hevur av álvara funnið stevið aftur og hevur ikki tapt í Premier League síðstu 11 dystirnar. Nú sunnudagin kl.16.30 verður satt oddabrak á Anfield, har Liverpool og Manchester United bresta saman.
Nær liðini seinast lógu nummar eitt eftir nýggjár:
Liverpool: 12. januar 2021
Manchester City: 12. mai 2019
Chelsea: 21. mai 2017
Leicester: 17. mai 2016
Arsenal: 22. januar 2016
Manchester United: 19. mai 2013
Newcastle: 12. januar 2002
Leeds: 11. januar 2002
Aston Villa: 8. januar 1999
Blackburn: 14. mai 1995
Norwich: 3. apríl 1993
Restin: Ongantíð verið oddalið eftir nýggjár síðani Premier League byrjaði
(Kelda: Sky Sports)