Gamal kenningur aftur til NSÍ

Haraldur R. Højgaard er aftur í svørtum og gulum, eftir at hava verið appilsingulur

Heimasíðan hjá NSÍ boðar í kvøld frá, at Haraldur R. Højgaard hevur gjørt tvey ára sáttmála við felagið. 24 ára gamli miðvallarin hevur seinastu tvey árini spælt við Skála.

Hann er uppvaksin á Toftum og spældi yngri árini við B68, áðrenn hann í 2013 valdi at skifta til NSÍ. Har spældi hann í fýra ár og fór so til Skála, har hann hevur verið ein fastur partur av liðnum í ár.

Bolt.fo skrivar, at tað er ósannlíkt at Peder Nersveen heldur fram í felagnum. Norski miðvallarin spælir á saman plássi sum Haraldur R. Højgaard. Tí kundi verið líkt til, at Haraldur R. Højgaard verður avloysari hjá honum.