Gamal kenningur skal venja FC Suðuroy

Palli Augustinussen skal venja FC Suðuroy komandi tvey kappingarárini

Mynd: (FC Suðuroy/Suðurrás) Á myndini eru Óli Holm, peningarøkil hjá FC Suðuroy, og Palli Augustinussen.

Mynd: (FC Suðuroy/Suðurrás) Á myndini eru Óli Holm, peningarøkil hjá FC Suðuroy, og Palli Augustinussen.

Suðurrás skrivar, at FC Suðuroy hevur sett Palla Augustinussen sum venjara fyri komandi tvey kappingarárini. FC Suðuroy spælir í løtuni í 2.deild, sum er triðj besta deildin. Felagið boðar eisini frá umvegis Suðurrás, at Gutti Kristiansen verður hjálparvenjari.

FC Suðuroy byrjaði í fjør í 2. deild, eftir at felagsliðið Suðringar (TB/FCS/Royn) fóru hvør til sítt. Sigfríður Clementsen var venjari, men tað gekk illa í fyrru hálvu og tí megnaði liðið ikki at ordilgia bjóða av í uppflytingarstríðnum.

Palli Augustinussen er ein gamal kenningur í FC Suðuroy. 38 ára gamli vágbingurin hevur spælt áleið 400 dystir fyri FC Suðuroy, VB, VB/Sumba og Suðringar.

Mynd: (FC Suðuroy/Suðurrás) Á myndini eru Óli Holm, peningarøkil hjá FC Suðuroy, og Palli Augustinussen.