Gango heldur fram í Tromsø

Málmansvenjarin vónar, at talan verður um samstarv meiri enn hetta kappingarárið

mynd: til.no

mynd: til.no

Andras Gango hevur seinastu mánaðirnar verið málmansvenjari í Tromsø IL, sum spælir í bestu norsku deildini.

Fyrsti sáttmálin fevndi bara um tíðarskeiðið fram til summarsteðgin. Í kvøld boðar Andras Gango frá, at avtala er undirskrivað millum hann og felagið fram til kappingarlok í heyst. Bæði Gango og felagið vóna, at talan verður um longri samstarv enn so:

-Talan var upprunaliga um avtalu fram til summarsteðgin. Nú hava vit skrivað undir uppá, at vit fara at samstarva fram til kappingarlok, og tá fara vit at tosa um, hvussu tað verður í framtíðini. Vit eru stak væl nøgdir við avrikið hjá Andras Gango higartil, og tað er eydnast honum væl at verða partur av hópinum, sigur ítróttarsjórin í Tromsø IL Svein-Morten Johansen.

-Fyri meg hevur samstarvið stóran týdning. Eg síggi tað sum stig rættan vegin í mínum arbeiði sum málmansvenjari. Konan og tey trý børnini hava verið her í fýra vikur. Nú fara vit aftur til Føroya, og so koma tey aftur higar, tá ið skúlaárið byrjar, sigur Andras Gango við heimasíðuna hjá Tromsø IL.

Tromsø IL hevur spælt 14 landskappingardystir av 30 og er á 10. plássi.

mynd: til.no