Gentur 12: VÍF steypavinnari í evstu løtu

VÍF er steypavinnari hjá gentum 12 eftir øgiligan spenning seinastu løtuna

Finala: Faxe Kondi-kappingin, gentur 12

VÍF – H71 9-8

Steypafinalan hjá Gentum 12 byrjaði uttan tey mongu málini. Sterkar verjur á málverjar hjá báðum liðum gjørdu sítt til at støðan bert var 1-0 til H71 eftir sjey av teimum 30 minuttunum vóru leiktir av dystinum. Tá ið H71 so skoraði til 2-0 mundi hugsast, at H71 var tættast steypinum.

Men brádliga fingu VÍF-skotini ferð á. Málini komu nakað títtari, og við hálvleikssteðgin hevði VÍF vent dystinum á høvdið og var á odda 4-3.

Og VÍF helt fram í seinna hálvleiki. Eftir at verjurnar og málverjarnir aftur byrjaðu væl, var tað hesaferð VÍF-genturnar sum fyrst funnu málini. VÍF-málverjin bjargaði ferð eftir ferð, og so gjørdist støðan 7-4 til VÍF.

Og so koppaði aftur.

Nú var tað H71-málverjin sum fekk fatur, og H71 fór at draga inn. Hálvan triðja minutt fyri leiklok javnaði H71 til 7-7, og júst sum fólk hugsaðu at hetta fór at enda við javnleiki, kom øgilig ferð á seinasta minuttin.

Fyrst legði VÍF seg á odda 8-7 við brotskasti. Eini 20 sekund seinni javnaði H71, og VÍF hevði ein hálvan minutt – og tók av. Støðan gjørdist 9-8 til VÍF, og H71 fekk akkurát ikki spælt seg til møguleika í evstu løtuni, og so var VÍF steypavinnari fyri aðru ferð í dag.


VÍF (9 mál)

Natasja Patti Dahl (dagsins leikari)

Sára Thorleifsson

Fríða Ákadóttir

Rebekka Enomoto

Halla Haldansen (2 mál)

Amalia Agnarsdóttir Joensen (3 mál)

Rakul Borgarlíð Joensen (4 mál)

Bára Holm í Innistovu

Sylvia Nielsen


H71 (8 mál)

Anita Dahl

Elida Joensen (3 mál)

Maisól Ísheim Hentze

Lilja Leo Simonsen

Lý Gray Djurhuus

Marta Agnarsdóttir Højgaard (3 mál)

Brá Zakariasardóttir

Ró Gray Djurhuus

Rakul Christiansen

Turið Funding Juul (2 mál)

Sára Bogadóttir Øre

Ró Fjallsbak Sunadóttir

##ms##

##med2##

Faxe Kondi ungdómsfinalurnar 2020, G12: H71 – VÍF