Gentur 16: Neistin stórsigraði í Havnarfinalu

Gentur 16 hjá Neistanum eru steypavinnarar eftir sigur upp á 11 mál ímóti Kyndli

Finala, Faxe Kondi-kappingin, gentur 16

Neistin – Kyndil 28-17

Neistin er steypavinnari hjá gentum 16 eftir stórsigur á grannunum úr Kyndli. Neistin vann sær ein lítlan mun í fyrra hálvleiki, sum var seks mál, áðrenn Kyndil fekk minkað um munin. Í hálvleikinum var munurin fýra mál. 12-8, og í seinna hálvleiki var dystarmyndin hin sama.

Endin var ein sigur upp á 28-17 til Neistan, sum kundi leggja gentur 16 steypið afturat dreingir 18 steypinum frá í gjárkvøldi.

Neistin

Silja Müller

Marita J. Arge

Anna Sigrunardóttir

Birna Eyðunardóttir (3 mál)

Hervør Niclasen

Silja Heðinsdóttir (5 mál)

Lea Mohr (1 mál)

Maria Pálsdóttir Nólsoy (10 mál) (dagsins leikari)

Bjørk F. Joensen (8 mál)

Sára Sigrunardóttir

Brá Reginsdóttir

Rakul Vang

Frida Holm Jacobsen (1 mál)

Josefina Meinhardsdóttir

Gunnfríð Poulsen

Hanna Dahl Hansen

Kyndil

Karin Beth Leonsdóttir Kjærbæk

Helena Hammer

Helena Leonsdóttir Kjærbæk

Sára Bárðardóttir Jespersen (1 mál)

Femja Restorff Olsen

Sára Zachariassen

Gunnvá Lützen

Bryndis Kristjánsdóttir

Natasja Hammer (13 mál)

Barbara Hammer

Joan Rúnadóttir Johannesen (1 mál)

Súsanna Lindberg Hansen (2 mál)

##ms##

##med2##

p { margin-bottom: 0.1in; line-height: 115% }

Faxe Kondi ungdómsfinalurnar 2020