Gentur 18: Natasja og Kyndil hevndu seg á H71 (myndir)

Kyndil er steypavinnari hjá gentum 18 eftir 29-28 sigur á H71

Eftir at H71 hevði vunnið steypakappingina hjá kvinnum og monnum fyrr í dag, skuldu gentur felagsins undir 18 gera teimum vaksnu kynstrið eftir ímóti Kyndli, sum júst hevði sæð mansliðið hjá sær tapt finaluna ímóti H71.

H71 stillaði við fleiri steypavinnarum frá fyrr í dag. Milllum annað Karinu Ey. Rubeksen, Sunnivu Bogadóttir, Vár og Lív B. Zachariassen og so dagsins leikara frá kvinnufinaluni, Maritu Mortensen.

Á kyndilsliðnum vóru eisini fleiri, ið kendust aftur frá fyrsta liði felagsins.

Alda av Skarði, Natasha Hammer, Beinta Lindberg Hansen og Karin Midjord mundu kennast væl aftur, eins og høgri vongurin hjá VÍF í kvinnufinaluni sum vant spældi við U18 liðnum hjá Kyndli.

Í einum jøvnum fyrra hálvleik eydnaðist tað H71 at økja upp í eina tveymálsleiðslu, 14-12 beint fyri hálvleik.

Um miðjan seinna hálvleik byrjaði tað av álvara at líkjast einum H71-hattrikki, tá ið tað eydnaðist at leggja seg á odda 20-17.

Men Kyndil ressaðist.

Tá ið einir 13 minuttir restaðu í høvdu Natasja Hammer, Beinta Lindberg Hansen og hinar kyndilskvinnurnar vent øllum á høvdið og vóru á odda 21-20.

Eftir eitt dundurskot frá Maritu Mortensen, sum brast í tvørtræið og út, tók Beinta Lindberg Hansen av møguleikanum og økti upp í 23-21. Knappir tíggju minuttir restaðu í.

Dysturin javnaði seg, meðan Kyndil hevði hug at vera á odda við einum og tveimum. H71 fekk javnað tá ið júst fimm minuttir restraðu í, og so reið um snarið.

Liðini skiftust at skjóta mál, og H71 legði seg á odda við skjótálopi tá ið tríggir minuttir restaðu í.

Nú vóru tað kyndilsgentur sum svaraðu aftur.

Og myndin broyttist ikki. VIð góðum minutti eftir var javnleikur 28-28 og H71 var á bóltinum.

Alda av Skarði í kyndilsmálinum stórbjargaði av vinstra vongi, og so fekk Kyndil møguleikan at avgera við einum minutti eftir.

Natasja Hammer stríddi seg til brotskast við 25 sekundum eftir og setti tað sjálv í netið til 29-28. 14. málið hjá kyndilsbakkinum.

Í hinum endanum takklaði kyndilsverjan, og tíðin rann út. H71 hevði ein seinasta møguleika við beinleiðis fríkasti, men grøni verjugarðurin stóð stinnur.

Og so vórðu Kyndilsgentur undir 18 ár steypavinnarar 2018, og kundi lyfta steypið stutt eftir at Natasja Hammer púrasta væntað varð kosin dagsins leikari eftir síni 14 mál.

Marita Mortensen gjørdist toppskjútti hjá H71 við átta málum.

##ms##

 

 

Kyndilsgentur undir 18 ár eru steypavinnarar eftir tepran finalusigur