Georges Rouah er nýggjur formaður í Fuglafirði

Dan Petersen takkaði fyri seg sum ÍF formaður á eykaaðalfundinum, sum var íkvøld

Frá vinstru: Magnus Jørmundsson (peningarøkil), Katrin Madsen (nevndarlimur), Georges Rouah (formaður), Leif Andre Eliasen (Næstformaður) og Jóhan S. Ellingsgaard (skrivari). Mynd:if.fo

Frá vinstru: Magnus Jørmundsson (peningarøkil), Katrin Madsen (nevndarlimur), Georges Rouah (formaður), Leif Andre Eliasen (Næstformaður) og Jóhan S. Ellingsgaard (skrivari). Mynd:if.fo

Í kvøld hevði ÍF eykaaðalfund. Á skránni var m. a. nevndarval. Dan Petersen, sum hevur verið formaður, tók ikki við afturvali, og tað gjørdu fleiri aðrir limir heldur ikki: varaformaðurin Birgar Larsen, skrivarin Linda Joensen og nevndarlimurin Kristine Ellingsgaard.

 

ÍF skrivar soleiðis á heimasíðuni:

Tiltakslimirnir, Katrin Madsen og Georges Rouah, tóku við vali at fara upp í nevndina. Leif Andre Eliasen og Jóhan Ellingsgaard tóku við vali at koma í nevndina. Karl Leiti tók við vali at gerast tiltakslimur. Øll hava játtað seg til tvey ár. Sostatt er tað bert Magnus Jørmundsson, sum stendur fyri vali.

Í ungdómsnevndini tóku Mouritz Mohr og Torstein Joensen ikki við afturvali.

Palma Tausen varð skotin upp til ungdómsnevndina og tók við vali

Ungdómsnevndin fekk heimild til 1. februar at finna ein triðja lim. Verður 3. limurin ikki funnin tá, so skal hann finnast til roknskaparfundin í februar.

Høvuðsnevndin skipaði seg á fundinum og soleiðis varð nevndin mannað:

  • Nýggjur formaður: Georges Rouah
  • Nýggjur næstformaður: Leif Andre Eliasen
  • Peningarøkil: Magnus Jørmundsson
  • Nýggjur skrivari: Jóhan Ellingsgaard
  • Nýggjur nevndarlimur: Katrin Madsen

Undir ymiskt fekk fráfarandi formaðurin, Dan Petersen, blómutyssi handað.

Frá vinstru: Magnus Jørmundsson (peningarøkil), Katrin Madsen (nevndarlimur), Georges Rouah (formaður), Leif Andre Eliasen (Næstformaður) og Jóhan S. Ellingsgaard (skrivari). Mynd:if.fo