Gestur er farin av landinum

EB/Streymur hevur vunnið tríggjar tær seinastu ferðirnar og er langt frá niðurflytingini

Undan kappingarbyrjan vóru tað fleiri, sum roknaðu við, at EB/Streymur fór at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting.

EB/Streymur var leingi niðarlaga, men nú er EB/Streymur á sjeynda plássi við 19 stigum. Tað er eitt stig fram til ÍF, og tað eru níggju stig aftur til TB. Harvið er tað mest sum greitt, at síðsti triðingur av kappingini fer ikki at snúgva seg um niðurflytingina, men fer heldur at snúgva seg um, um tað skal eydnast Jákupi Martin Joensen og hansara monnum at lyfta seg uppaftur longur upp.

Tríggjar tær síðstu ferðirnar hevur EB/Streymur vunnið fulla úrtøku – 1-0 á útivølli ímóti TB, 3-1 á heimavølli ímóti AB og 1-0 á heimavølli ímóti ÍF.

EB/Streymur hevur ikki tapt síðani 7-0 tapi í Klaksvík, tá ið tað ikki sá nakað serligt út. Síðani hava teir í Sundalagnum reist seg, og í dag fæst at síggja, hvat liðið fer at megna ímóti einum av ovaru liðunum.

Í dag fær EB/Streymur vitjan av Víkingi. Tá ið Víkingur var við Margáir 21. juni, fóru gestirnir til hús við 2-0 sigri, og 2. August vann Víkingur í Sarpugerði 6-0.

Ein av teimum, sum hevur gjørt stóran mun hjá EB/Streymi í summar, er Gestur B. Dam. Hann var fyrstu ferð á liðnum 16. juni, og í teimum ellivu dystunum, sum hann hevur verið við í, hevur EB/Streymur vunnið fýra ferðir og einaferð spælt javnt. Gestur hevur skorað trý mál – sigursmálið í útisigrinum ímóti TB og tvey mál í 3-1 sigrinum ímóti AB. Nú er Gestur farin av landinum aftur, og hann verður ikki við í dag og næstu ferðirnar.

Tað er ivasamt, um Arnbjørn Hansen verður førur fyri at spæla ídag.