Gilli: Eg helt tað var skemt

- Eg var eitt sindur av einum problembarni. Ikki upp á tann vanliga mátan, men eg gekk runt og helt meg vera betri enn øll hini

Heimasíðan hjá norska TV2 heldur fram við at hava upptakt til Betri deildina hjá monnum, sum byrjar í morgin. Ein av mest uppløgdu persónunum at tosa við er Gilli Rólantsson, sum spælir við norska Brann Bergen.

- Eg helt tað var skemt og telefonin byrjaði at kima so nógv, at eg varð noyddur sløkkja hana. Tað vóru so nógv fólk, sum vildu hava hugskot til spælarar til dreymaliðið og líknandi, sigur Gilli við norska TV2.

Eg var eitt problembarn

Tvøramaðurin hevur seinastu tíðina verið í heimbygdini, har hann hevur vant saman við TB-hópinum. Hann heldur at hetta er ein góður møguleiki hjá ungum spælarum at vísa seg fram. Gilli fortelur eisini, at hann sjálvur fór av landinum tíðliga.

- Eg var eitt sindur av einum problembarni. Ikki upp á tann vanliga mátan, men eg gekk runt og helt meg vera betri enn øll hini. Tí fekk eg eisini trupulleikar við venjaranum og øðrum tá, fortelur Gilli Rólantsson, ið fór sum 15 ára gamal til Aberdeen í Skotlandi.

##med2##

- Eg dugdi ikki ensk og mátti hava tulk. Tað var ein avbjóðandi tíð, men eg lærdi nógv um tilveruna sum fulltíðarfótbóltsspælari.

Hann fortelur eisini vøllin á Sevmýru, sum í dag er eitt kampingpláss. Hann fortelur eisini søgur um grannauppgerðirnar millum TB og FC Suðuroy, har tað var nærmast kríggj, tá dysturin byrjaði.

##med3##

Gilli Rólantsson fortelur eisini um Adrian Justinussen, sum er spælarin, ið norðmenn skulu halda eyga við. Aðrir spælarar, sum norðmenn skulu halda eyga við til dreymaliðið, ið TV2.no skipar fyri, eru Klæmint A. Olsen, Jóannes Bjartalíð, Sonni Ragnar Nattestad, Bárður J. Hansen, René S. Joensen og Poul Ingason. Hartil nevnir hann KÍ sum ein favoritt til FM.

Mynd: (Bjarni Nygaard/tb.fo) Hetta er hópurin hjá TB í ár