Gilli er ivasamur

Gilli Rólantsson hevur fingið ein snudd í eygað, sum ikki hevur lagt seg

Landsliðið hevur í dag havt sína seinastu landsliðsvenjing undan landsdystinum móti Svøríki í annaðkvøld. Ein mynd byrjar at vísa seg í samband við liðuppstillingina, men tað er eitt ivamál á føroyska liðnum.

Gilli Rólantsson fekk ein snudd í eyga í seinasta dystinum fyri Brann í norsku Elituseriuni. Hann vandi bara ein part av venjingini í gjár, men var við í dag. Eygað er framvegis nakað blátt og í løtuni er ivasamt um Gilli Rólantsson verður førur fyri at spæla við fullari ferð í morgin.

##med2## 

Um hann ikki spælir, so hevur landsliðsvenjarin fleiri møguleikar. Tann mest upplagdi er, at Hørður Askham, sum er úttikin til høgra bakkin, avloysir. Tó eru eisini møguleikar við René Shaki Joensen, Rógva Baldvinsson og møguliga onkum øðrum.

EM-undankappingarlandsdysturin millum Føroyar og Svøríki verður í annaðkvøld klokkan 19.45. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum. Upptakt verður frá klokkan 10. Fótbóltspanelið verður frá 15 til 17, og frá klokkan 18 verður upptakt beinleiðis av Tórsvølli, har millum annað Ken Fagerberg verður millum gestirnar.

Vit gita: Føroyar (4-4-1-1)

Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson, Alti Gregersen, Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, René Shaki Joensen, Brandur Hendriksson, Árni Frederiksberg – Hallur Hansson – Jóan Símun Edmundsson

##ms##