Gilli í Bergen: Brann kann fara á heysin

Norsk fótbóltsfeløg eru í trongum skóm. - Støðan er spent her í Bergen, sigur Gilli Rólantsson

Koronasmittan hevur eisini rakt í Norra og støðan er spent í Bergen, har Brann heldur til. Dagligileiðarin í felagnum, Vibeke Johannesen, sigur í samrøðu við TV2 Norra, at støðan er álvarslig um tiltøkini hjá mynduleikaunum halda fram og feløgini ikki fáa hjálp.

- Feløgini tola ikki at missa inntøkur yvir longri tíð. Tað er eisini galdandi fyri Brann, sum ikki er í nakrari serstøðu her. Vit mugu eisini arbeiða við at finna loysnir her, sigur hon.

Venja í smærri bólkum

Føroyski spælarin í Brann er Gilli Rólantsson av Tvøroyri. Hann venur í løtuni saman við tveimum liðfeløgum, tí teir sleppa ikki at venja sum ein hópur.

- Vit hava fingið program fyri næstu 14 dagarnir, sum er ætlað til at halda okkum í gongd. Vit sleppa í mesta lagi at venja tríggir mans samstundis í vektrúminum á stadion, og sama er galdandi á vøllinum, sigur føroyski landsliðsspælarin og leggur afturat:

##med2##

- Okkara kapping er útsett til 3. mai fyribils, og um alt gongur eftir ætlan, fara vit undir eina nýggja pre-season tann 27. mars - sum annars longu hevur verið í tveir mánaðir, sigur Gilli Rólantsson.

Heilsan er týdningarmest

Eins og tey flestu, so ásannar hann eisini, at tað eru týdningarmiklari ting at hugsa um enn bara venjing og fótbólt í døgum.

- Beint nú eru tað onnur ting, sum eru týdningarmiklari enn fótbóltur. Støðan er øgiliga spent her í Bergen, og fólk eru bangin og óttast. Framtíðin hja Brann er eisini ósikkur. Einasta vit kunnu gera er at lurta væl eftur hvat verður sagt av myndugleikum og teimum, sum hava skil fyri støðuni, og fyrihalda okkum til tað, sigur Gilli Rólantsson at enda.

Talan er um eitt nýtt kappingar ár í Norra.