Gilli: Norsku spælararnir søgdu vit spældu væl (FM1)

(FM1) Hoyr landsliðsvenjaran, Lars Olsen og Gilla Rólantsson seta orð á dystin Føroyar-Noreg 0-2

Gilli Rólantsson fekk staðfest frá norskum spælarum, at Føroyar spældu væl í kvøld

Gilli Rólantsson fekk staðfest frá norskum spælarum, at Føroyar spældu væl í kvøld

##med2##

Í Mixed Zone økinum aftaná 2-0 sigurin hjá Noregi móti Føroyum fekk Tróndur Arge, reportari hjá FM1 eisini orðið á landsliðsvenjaran, Lars Olsen og Gilla Rólantsson, ið spælir við Brann Bergen í Noregi.

Hugtungur staðfestir Lars Olsen, at hetta er luturin hjá teimum smærru liðunum, at ein ikki fær ikki umsett málmøguleikarnar til mál. Men Lars Olsen er væl nøgdur við hugburðin og stríðsviljan, og ikki minst leikliga avrikið.

Gilli Rólantsson er eisini vónbrotin av úrslitinum, men hann staðfestir, at hann fekk at vita frá nøkrum av norsku spælarunum, at teir hildu, at føroyska liðið spældi framúr væl. Gilli gleddi seg eisini at fáa boð frá sínum liðfeløgum í Brann Bergen.

Omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Lars Olsen og Gilla Rólantsson.

##med3##

##med4##

Gilli Rólantsson fekk staðfest frá norskum spælarum, at Føroyar spældu væl í kvøld

(Samrøður við Lars Olsen og Gilla Rólantsson)

Lars Olsen kann iðra seg um úrslitið, men kann staðfesta eitt gott føroyskt avrik