Gilli og Brann ruku út í dysti sum Kári dømdi

Shamrock Rovers vann á Brann Bergen á Tallaght leikvøllinum í Dublin í dysti Kári J. á Høvdanum dømdi

Gilli Rólantsson og liðfelagarnir í Brann Bergen ruku út úr Europa League undankappingini í einum dysti sum Kári J. á Høvdanum dømdi (Mynd: brann.no)

Gilli Rólantsson og liðfelagarnir í Brann Bergen ruku út úr Europa League undankappingini í einum dysti sum Kári J. á Høvdanum dømdi (Mynd: brann.no)

Tað vóru nøkur føroysk íkast á Tallaght leikvøllinum í Dublin, tá Shamrock Rovers vann 2-1 og harvið samanlagt 4-3 á Brann Bergen í Europa League undankappingini.

Gilli Rólantsson spældi allan dystin fyri Brann Bergen. Kári J. á Høvdanum var høvuðsdómari og hjálpardómarar vóru Andrew Christiansen og Jan Hermansen. Fjórði dómari var Alex Troleis.

Í steðginum var javnleikur 0-0. 10 minuttir inn í seinna hálvleik legði Daouda Bamba Brann Bergen á odda, men Shamrock Rovers stríddi seg inn aftur í dystin. 

Jack Byrne javnaði til 1-1 tá eitt korter var eftir, og tá hevði Shamrock Rovers úrslitið teir høvdu brúk fyri. Nú mátti Brann Bergen fram á vøllin, og tað gagnnýtti Shamrock Rovers. Tá 87 minuttir vóru farnir legði Gary O'Neill Shamrock Rovers á odda 2-1. 

Fleiri heimaáskoðarar lupu inn á vøllin tá heimaliðið skoraði seinna málið, og tað kemur at kosta Shamrock Rovers eina bót. Men hana leggja teir uttan iva lítið í, tí teir eru víðari í Europa League undankappingini.

Gilli Rólantsson og liðfelagarnir mugu heim til Bergen at sleikja sárini aftaná vónbrotið ímóti Shamrock Rovers. Eisini í heimadystinum fekk Brann mál móti sær heilt móti dystarenda, og er tað stórt vónbrot fyri Brann Bergen og mongu viðhaldsfólkini hjá teimum. 

 

 

Gilli Rólantsson og liðfelagarnir í Brann Bergen ruku út úr Europa League undankappingini í einum dysti sum Kári J. á Høvdanum dømdi (Mynd: brann.no)