Gilli og hinir í Brann fingu bank norðuri í Bodø

Gilli Rólantsson spældi allan seinna hálvleik, tá lið hansara, Brann Bergen tapti stórt 0-5 móti Bodø/Glimt á útivølli

Gilli Rólantsson spældi allan seinna hálvleik, tá lið hansara, Brann Bergen tapti stórt 0-5 móti Bodø/Glimt á útivølli

Gilli Rólantsson slapp at spæla allan seinna hálvleik tá lið hansara, Brann Bergen á útivølli tapti heili 0-5 móti oddaliðnum í bestu norsku fótbóltsdeildini, Bodø/Glimt.

Í fyrra hálvleiki var reint galið hjá Brann Bergen. Tá skoraði heimaliðið ikki færri enn fýra mál, og alt var avgjørt í fyrra hálvleiki.

Gilli kom á vøllin fyri Taijo Teniste, og í tað bleiv ikki verri enn ilt í seinna hálvleiki. Heimaliðið fekk bert eitt mál í seinna hálvleiki, men framvegis sá heildarmyndin hjá Brann Bergen ræðulig út, og liðið fær eisini av at vita í lokalu miðlunum í Bergen, serliga fyri manglandi avrikið í fyrra hálvleiki. 

Bodø/Glimt - Brann 5-0 (4-0)
1-0: Kasper Junker (7.)
2-0: Kasper Junker (12.)
3-0: Philip Zinckernagel (32 str.)
4-0: Ulrik Saltnes (34.)
5-0: Kasper Junker (54.)

Brann Bergen liggur á einum fjórða plássi við 10 stigum fyri seks dystir. Bodø/Glimt er oddalið við fullum stigatali, 18 stig fyri seks dystir. Molde er nummar tvey við 16 stigum.

Komandi sunnudag tekur Brann Bergen móti Sandefjord á Brann leikvøllinum í Bergen. Sandefjord liggur aftast við fýra stigum, so tá skuldi verið góður møguleiki fyri sigri hjá Gilla og liðfeløgunum.

 

 

 

Gilli Rólantsson spældi allan seinna hálvleik, tá lið hansara, Brann Bergen tapti stórt 0-5 móti Bodø/Glimt á útivølli