Gilli skal hava nýggjan venjara

Alt bendir á, at Lars Arne Nilsen verður koyrdur í dag og tað eru góð tíðindi fyri Gilla Rólantsson

Brann Bergen tapti í gjár 2-1 móti Vålerenga í norsku landskappingini. Eftir dystin fór venjarin, Lars Arne Nilsen, beint av leikvøllinum uttan at gera samrøður við miðlarnar.

Í dag er hann møttur á leikvøllinum hjá Brann, har hann, sambært BT og VG, er til samráðingar um eina fráfaringaravtalu. Brann liggur á áttanda plássi við 15 stigum fyri 12 umfar. Tað verður ikki mett at vera gott nokk fyri felagið úr Bergen.

Tað hevur verið lítið av spælitíð til Gilla Rólantsson, sum saman við einum meiriluta av spælarum atkvøddu fyri at skifta venjara í fjør. Felagið valdi at halda fast í Lars Arne Nilsen og tað hevur millum annað merkt, at føroyski landsliðsspælarin er rendur út í kuldan, samstundis sum sáttmálin er við at ganga út.

Spurningurin er so, um hetta er ein møguleiki hjá tvøramanninum at vinna seg í hitan aftur. Gilli Rólantsson hevur boðað frá í samrøðu við in.fo, at hann leitar í løtuni eftir nýggjum avbjóðingum.

##med2##