Gilli skal til Írlands - Kaj Leo til Slovenia

Brann Bergen fekk írskt mótstøðulið og Valur fekk sterkt lið úr Slovenia sum mótstøðulið í Champions League undankappingini

Gilli Rólantsson og liðfelagarnir í Brann Bergen møta Shamrock Rovers úr Írlandi í Europa League undankappingini (Mynd: brann.no)

Gilli Rólantsson og liðfelagarnir í Brann Bergen møta Shamrock Rovers úr Írlandi í Europa League undankappingini (Mynd: brann.no)

Tveir føroyskir fótbóltsútisetar eru partar av hópum, ið skulu royna seg í evropeiskum fótbólti í summar.

Gilli Rólantsson og liðfelagarnir í Brann Bergen hava trekt írska liðið, Shamrock Rovers í Europa League undanumfarinum, ið verður avgreitt 11. og 18. juli.

Á heimasíðuni hjá Brann verður ávarðað um, at talan er um eitt torført mótstøðulið hjá Brann sjálvt um teir eru seedaðir til hetta lutakastið.

Tað hevur ikki gingið ov væl hjá Kaj Leo í Bartalsstovu, ið er partur av hópinum hjá íslendsku meistarunum, Vali. Kaj Leo í Bartalsstovu hevur bert fingið fýra dystir fyri Val higartil, og Valur hevur bert fingið sjey stig í níggju dystum.

Í dag fekk Valur eisini eitt torført lutakast í Champions League undanumfarinum 9. og 16. juli. Valur møtir slovenska meistaraliðnum, Maribor sum er favorittur til at vinna seg víðari til næsta undanumfarið í Champions League undankappingini.

Í 2017 møttust FH við Gunnari Nielsen í málinum Maribor í Champions League undankappingini. Hetta var í umfarinum aftaná FH hevði tepurt vunnið á Víkingi. Maribor vann 1-0 á FH bæði heima og úti. 

##med2##

Gilli Rólantsson og liðfelagarnir í Brann Bergen møta Shamrock Rovers úr Írlandi í Europa League undankappingini (Mynd: brann.no)

Kaj Leo í Bartalsstovu og hinir í Vali møta Maribor í Champions League undankappingini (Mynd: valur.is)