Gilli umhugsar framtíðina í Brann

FM1: Gilli Rólantsson er til reiðar til landsdystin móti Norra

##med2##

Í morgin spælir føroyska landsliðið næst seinasta dystin í hesi EM-undankappingini. Dysturin verður móti Norra á Ullevaal leikvøllinum í Olso.

Fyri Gilla Rólantsson, sum spælir við Brann Bergen í Elituseriluni í Norra, er talan um ein eitt sindur serligan dyst. Hann er dagliga saman við norskum spælarum, sum eisini vísa landsdystinum ans.

-Tað eru sjalvandi nakrar stuttligar viðmekringar í skiftirúminum. Eg haldi at vit spældu væl móti Norra seinast, men eg haldi ikki teir hava so stóra virðing fyri okkum. Teir halda teir bara skulu vinna dystin, sigur Gilli Rólantsson.

 ##med3##

Tað er óvist við framtíðini hjá Gilla, sum hevur eitt ár eftir av sáttmálanum við Brann. Hann hevur verið á veg til Tromsø, men skiftið bleiv av ongum. Síðani longdi hann sáttmálan við Brann, men tað hevur verið misjavnt við spælitíð.

- Um einki broytist til komandi ár, so má eg hyggja á støðuna, sigur Gilli Rólantsson.

Tað er líkt til, at tvøramaðurin í Bergen byrjar inni í dystinum móti Norra í morgin. Dysturin byrjar klokkan 17 og FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.

FM1: Samrøða við Gilla Rólantsson

Mynd: (FSF)