Gjøgnumbrot og nýggjan sáttmála

Víkingur hevur gjørt nýggja tvey ára sáttmála við unga og evnaríka Noah Mneney

Mynd: (vikingur.fo) Brandur Jacobsen, formaður, og Noah Mneney

Mynd: (vikingur.fo) Brandur Jacobsen, formaður, og Noah Mneney

Víkingur hevur longt sáttmálan við 17 ára gamla Noah Mneney. Fuglfirðingurin í Víkingi hevur fingið sítt gjøgnumbrot á besta liðnum hjá Víkingi.

- Ungi, arbeiðssami fuglfirðingurin, sum serliga í seinnu hálvu í fjør vísti góðar dygdir á Betri liðnum hjá okkum, hevur valt at leingja sáttmálan við Víking til kappingarenda 2022. Noah kom til felagið sum 15 ára gamal og vit fegnast sjálvsagt um, at Noah framhaldandi verður at síggja í ljósabláu blusuni, skrivar Víkingur.

Hann mundi fáa sítt heilt stóra gjøgnumbrot í hálvfinaluni og finaluni í kappingini um Løgmanssteypið, har hann fekk møguleikan á miðjuni í báðum dystunum.

Mynd: (vikingur.fo) Brandur Jacobsen, formaður, og Noah Mneney