Gleðast um debutina men harmast úrslitið (FM1)

(FM1) Hoyr Jóannes Bjartalíð og Hørður Askham í samrøðu við Trónd Arge á FM1 aftaná 0-4 tapið móti Svøríki

Jóannes Bjartalíð hjá KÍ fekk debut á føroyska landsliðnum í dag

Jóannes Bjartalíð hjá KÍ fekk debut á føroyska landsliðnum í dag

##med2##

Aftaná ein ógvuliga slakan fyrra hálvleik, og eitt samlað minni gott úrslit, 0-4 móti Svøríki er ikki nógvir lutir at gleðast um hjá føroyska landsliðshópinum.

Jóannes Bjartalíð sum var skiftur inn í seinna hálvleiki, og Hørður Askham sum spældi við frá dystarbyrjan kunnu tó báðir fegnast um at hava fingið debut á landsliðnum í kvøld.

- Tað er ein æra at umboða Føroyar, greiðir Jóannes Bjartalíð, ið tó harmast alt ov stóra tapið.

- Keðiligt at tapa so nógv frammanfyri øllum teimum føroysku áskoðarunum, staðfestir Hørður Askham, ið tó finnur eina gleði í at hava fingið debut á landsliðnum. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Jóannes Bjartalíð og Hørð Askham í Mixed Zone økinum aftaná 0-4 tapið móti Føroyum.

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Gunnar Nielsen og Brandur H. Olsen á FM1 aftaná dystin. 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan, Atla Gregersen og landsliðsvenjaran, Lars Olsen. 

Jóannes Bjartalíð hjá KÍ fekk debut á føroyska landsliðnum í dag

(Debut - Samrøður: Jóannes Bjartalíð og Hørður Askham)