Glen og Linn umboða Føroyar til NM fyri seyðahundar

Tummas Jacobsen umboðar Føroyar við Glen og Linn til norðurlandameistaraheitið í Norra

Mynd: (Tummas Jacobsen/Facebook)

Mynd: (Tummas Jacobsen/Facebook)

Um vikuskiftið luttekur Tummas Jacobsen í NM fyri seyðahundar, sum hesaferð verður í Norra, verður sagt í tíðindaskrivi.

Tummas Jacobsen luttekur við tveimum hundum, Glen og Linn. Glen hevur luttikið í fleiri altjóða kappingum, millum annað HM í Stórabretlandi í 2014 og Hollandi í 2017. Harafturat var hann við til EM í Tjekkia (2018), Norra (2017), Italia (2015) og Danmark (2014).

Linn, sum bert er trý ára gomul, hevur hóast sín unga aldur megnað at vunnið sær fyrsta kvalifikationspláss til altjóða kappingar fyri árið 2019, og luttekur tí eisini til EM seinni í hesum mánaðinum.

Norðurlandameistaraheitið fevnir um tveir innleiðandi kvalifikatiónsdagar, har allir 43 hundar kappast báðar dagarnar. Teir 16 hundarnir, sum fáa flest stig samanlagt fara víðari til finaluna sunnudag, har talan verður um ein nógv størri og truplari bana við tveimum settum av seyði. Tey fimm luttakandi londini eru Svøríki, Norra, Finland, Danmark og Føroyar. 

Mynd: (Tummas Jacobsen/Facebook)