Glenn er ovurfegin

NSÍ hevur bara latið seks mál ígjøgnum og er eftir sigurin í Trongisvági topplið – í hvussu so er inntil seinni í kvøld

NSÍ riggar til at fara av Krambatanga og norður aftur. Lagið er ógvuliga gott. NSÍ vann seinnapartin 1-0 við Stórá í Trongisvági, og tað ber við sær, at NSÍ er topplið – í hvussu so er inntil HB seinni í kvøld hevur spælt á útivølli ímóti EB/Streymi.

Einasta málið skoraði miðverjin Oddur Højgaard longu í fimta minutti eftir deyðbóltsstøðu.

Tá ið ein hálvur tími var farin, hevði NSÍ heilt stóran møguleika at økja um leiðsluna, men Jann Benjaminsen misnýtti brotsspark.

TB hevði fleiri hornaspørk enn NSÍ, og TB hevði fleiri royndir ímóti málinum enn gestirnir, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin framvið Tórði Thomsen.

Hetta var sjeynda ferðin í 12 dystum í landskappingini, at NSÍ fór av vøllinum, uttan at tað var eydnast mótstøðuliðnum at fáa mál.

-Eg veit, hvussu torført tað er at spæla í Trongisvági, og eg eri ógvuliga fegin um úrslitið í dag og um avrikini higartil. Spælararnir hava víst framúr hugburð, og nú hava vit frí í fimm dagar, áðrenn vit fara at fyrireika okkum til restina av kappingini, sigur Glenn Ståhl.