Glenn fegnast um sigurin og um eksponeringina uttanlands (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Glenn Ståhl sum saman við NSÍ kom væl frá landi við einum 3-1 heimasigri á TB

##med2##

Svenski Glenn Ståhl, ið er høvuðsvenjari hjá NSÍ fegnast á tveimum hermótum í dag.

Fyrst og fremst er hann fegin um góða 3-1 sigurin á TB við Løkin í Runavík. Serliga fyrstu løtuna er Glenn Ståhl glaður fyri tá tað eydnaðist NSÍ at leggja seg á odda 2-0.

Glenn Ståhl er eisini glaður fyri at hava vunnið ein sigur frammanfyri hyggjarunum hjá svensku heimasíðuni offside.org, danska Ekstrablaðnum og norska TV2.

Glenn Ståhl heldur, at tað er framúrskarandi, at onnur sleppa at síggja hvussu nógvar góðar fótbóltsspælarar vit hava í Føroyum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Glenn Ståhl fyrr í dag. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá TB, Michael Lundsgaard Winther.

##ms##

 

 

(Samrøða við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Glenn Ståhl)