Glenn heldur tapti dysturin var eitt festfýrverkarí (FM1)

(FM1) Høvuðsvenjarin hjá NSÍ heldur, at tann útvísti Aron Knudsen fer at læra av tí sum hendi í Sarpugerði í kvøld

Glenn Ståhl er høvuðsvenjari hjá NSÍ

Glenn Ståhl er høvuðsvenjari hjá NSÍ

##med2##

Eitt dreymahøgg hjá Ara Olsen gjørdist munurin millum Víking og NSÍ, tá Víkingur vann 1-0 á NSÍ við einum ógloymandi málið, ið kom longu tá eitt stórt korter var farið av dystinum.

Høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Glenn Ståhl heldur, at dysturin var eitt festfýrverkarí, men tó er hann ikki nøgdur við tað sum hendi í fyrra hálvleiki, ið ikki minst bleiv dýrur tá Petur Knudsen brendi eitt brotsspark fyri NSÍ.

Hin Knudsen-beiggin, Aron bleiv útvístur, men Glenn Ståhl heldur, at tann yngri Knudsen-beiggin fer at læra av hesum dystinum. Glenn minnir á, at hetta er fyrsta árið hjá Aron sum fastur spælari í Betrideildini.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra Glenn Ståhl í samrøðu við Trónd Arge, reportara hjá FM1 taka samanum dystin. 

HER  ber til at hoyra:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á norska TV2, tá Ari Olsen syrgdi fyri tí sum norska TV2 nevnir eina "drømmescoring". 2) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1, tá Tróndur Arge segði frá dreymahøgginum, sigursmálinum hjá Ara Olsen. Hoyr eisini viðmerkjaran hjá FM1, Hanus Jacobsen taka samanum avbera vakra málið. 3) Hoyr sigursmálskjúttan taka samanum góða sigurin og fantastiska sigursmálið. 4) Hoyr høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Eyðun Klakstein taka samanum sigurin og ógloymandi sigursmálið hjá Ara Olsen. 5) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Hanus Jacobsen taka samanum ein fantastiskan dyst, ið eftir Hanusar tykki kundi enda bæði 7-4 og 7-5, so nógvir málmøguleikar vóru í dystinum.

##ms##

 

 

Glenn Ståhl er høvuðsvenjari hjá NSÍ

(Samrøða: Glenn Ståhl)