Glenn klórar sær í nakkanum

Betri deildin menn: Tað eru fleiri ivamál í hópinum hjá NSÍ til dystin móti B36 í kvøld

Glenn Ståhl, venjari hjá NSÍ, hevur fleiri ivamál í hópinum undan dystinum móti B36 í kvøld. Bárður J. Hansen og Pætur Hentze eru skaddir, meðan Betuel Hansen, Mórits Heini Mortensen og Búi Egilsson eru ivasamir.

Dysturin millum NSÍ og B36 er dysturin millum avbjóðarnar hjá HB og KÍ til FM. Heimaliðið er kroyst til sigurs, um teir skulu hava nakran møguleika at verða við, tá heiðursmerkini og serliga Evropa-plássini verða útdeild. NSÍ er nummr fýra og hevur tvey stig færri enn B36, sum er á triðja plássi við einum dysti til góðar.

Seinast liðini møttust var dramatikkur í Gundadali. B36 var leikliga omaná og skuldi havt vunnið við fleiri, men tað endaði við javnleiki 1-1 og útvísing til venjaran hjá B36, Jákup á Borg. Hetta var eitt tíðarskeið, har NSÍ lat fá mál inn og toldi væl at vera undir trýsti. Nú er spurningurin um søgan endurtekur seg.

Liðtíðindi – NSÍ:

Ikki við: Bárður J. Hansen (knæskaði, langtíðarskaddur), Pætur Hentze (fótskaði, ógreitt hvussu leingi)

Ivasamir: Betuel Hansen (lærkrikin), Mórits Heini Mortensen (akslaskaði), Búi Egilsson (búkskaði)

1.HB174046
2.173841
3.B36162937
4.NSÍ171835
5.Víkingur181032
6.ÍF18-1620
7.EB/Streymur18-2319
8.TB18-1610
9.AB18-407
10.Skála17-402

(Faroesoccer.com)