Glenn Ståhl: Gott føroyskt avrik á Friends Arena (FM1)

(FM1 Komandi svenski venjarin hjá NSÍ framhevjar Brand H. Olsen og Gunnar Nielsen sum teir bestu hjá Føroyum

Glenn Ståhl staðfestir eitt gott føroyskt avrik móti Svøríki (Savnsmynd frá 2018)

Glenn Ståhl staðfestir eitt gott føroyskt avrik móti Svøríki (Savnsmynd frá 2018)

##med2##

Aftaná EM-undankappingardystin á Friends Arena leikvøllinum í Solna uttanfyri Stokkhólm, ið Svøríki vann 3-0 á Føroyum prátaði FM1 við komandi venjaran hjá NSÍ, svenska Glenn Ståhl, ið var venjari hjá TB/FCS/Royn í 2018.

Glenn Ståhl heldur, at føroyska liðið stóð seg væl, og tað eydnaðist eisini føroyska liðnum at fáa svenska liðið niður í leikferð. Svenskarar fingu okkurt heppið mál, og føroyingar vóru óhepnir ikki at skora sjálvir.

Glenn Ståhl heldur, at Brandur H. Olsen og Gunnar Nielsen gjørdu tað framúr væl í kvøld.

Glenn Ståhl kemur til Runavíkar um 10 dagar fyri at byrja tær fyrstu fyrireikingarnar til komandi kappingarár saman við hópinum hjá NSÍ. Ein uppgáva Glenn gleðir seg nógv til.

Glenn Ståhl hevur ikki sørar vónir um, at Svøríki kann avrika væl til komandi EM-endaspæl. Hann vónar, at Noreg megnar at vinna seg víðari frá Nations League kappingini, tí hann heldur, at Noreg hevur eitt sera spennandi lið. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Glenn Ståhl aftaná EM-undankappingardystin millum Svøríki og Føroyar. 

Glenn Ståhl staðfestir eitt gott føroyskt avrik móti Svøríki (Savnsmynd frá 2018)

(Samrøða: Glenn Ståhl)