Golf: Jens Guttensen stóri vinnarin

Í góðveðrinum í gjár varð árliga BankNordik-kappingin leikt á golfvøllinum á Glyvursnesi

Mynd: Frá vinstru Rógvi K. Hansen, Jens Guttesen og Bjarne Jørgensen

Mynd: Frá vinstru Rógvi K. Hansen, Jens Guttesen og Bjarne Jørgensen

Kappingin varð í høvuðsheitum skipað sum ein stableford-kapping við fullum handikappi. Tó vóru eisini aðrar smærri kappingar. Unga stjørnuskotið, Jens Guttesen, var tann stóri vinnarin. Í Stableford-kappingini fekk hann 42 stig, meðan Rógvi K. Hansen og Bjarne Jørgensen fingu ávikavist 40 og 39.

Jens Guttesen vann eisini slagkappingina og fekk flest stableford-stig á fyrstu nýggju holunum. Heru eru úrslitini frá kappingunum:

Í Stableford-kappingini vóru bestu úrslitini hesi:

1.                   Jens Guttesen                    42                 stig

2.                   Rógvi K, Hansen                 40                 stig

3.                   Bjarne Jørgensen               39                 stig

Í slagkappingini var ein vinnari:

Jens Guttesen                    84                 sløg

Flest stableford-stig á fyrstu 9 holunum:

Jens Guttesen                    21                 stig

Tað liðið, ið hevði flest stableford-stig í meðal:

Jens Guttesen, Bjarne Jørgensen og Jógvan Amonsson

Eisini var kappast um at vera næst holinum á par 3 teigunum:

Á holi 2/11    Rógvi K. Hansen                 143                cm

Mynd: Frá vinstru Rógvi K. Hansen, Jens Guttesen og Bjarne Jørgensen