Gomlu landsliðshetjurnar taptu móti Noregi og Danmark

Meðan talan gjørdist um eitt stórtap 2-6 móti Noregi, so bleiv talan um eitt væl frægari úrslit móti Danmark

Føroyska veteran "Five a side" landsliðið kappast í innandura kapping móti Noregi, Danmark, Finnlandi og Íslandi í Lærdalsøyri í Noregi hetta vikuskiftið

Føroyska veteran "Five a side" landsliðið kappast í innandura kapping móti Noregi, Danmark, Finnlandi og Íslandi í Lærdalsøyri í Noregi hetta vikuskiftið

Føroyska "Five a side" veteran-landsliðið, mannað við Jens Martini Knudsen, Kára Reynheim, Jákupi á Borg, Toda Jónsson, Julian Johnsson, Christiani Høgna Jacobsen, Allani Mørkøre, og Kurt Mørkøre - sum eisini er ferðaleiðari til Veteran Cup 2020 í Lærdalsøyri í Noregi - kappast í innandura veterankapping móti veteranlandsliðum hjá Noregi, Danmark, Finnlandi og Íslandi.

Í tí fyrsta dystinum móti Noregi gekk ikki heilt eftir vild. Vertslandið vann greitt 6-2. Allan Mørkøre skoraði bæði tey føroysku málini.

Ímóti Danmark gekk væl frægari. Tá gjørdist talan um eitt 3-5 tap. Jákup á Borg, Kurt Mørkøre og Todi Jónsson skoraðu føroysku málini.

Klokkan 20.30 í kvøld spæla Føroyar móti Finnlandi, og klokkan 13.15 í morgin spæla Føroyar móti Íslandi.

Noreg vann 5-1 á Finnlandi, og er komið væl frá byrjan í kappingini við tveimum stórsigrum.

Lærdalsøyri liggur í landslutinum Sogn og Fjordane. Tað búgva 1.200 fólk í býnum, har tað á hvørjum ári verður skipað fyri stórari innandura veterankapping í fótbólti.

HER  ber til at hoyra sendingina Fótbóltspanelið á FM1, har Kurt Mørkøre (frá 14 minuttum til 19 minuttir á ljóðfíluni) greiðir frá kappingini, ið gomlu landsliðshetjurnar taka lut í. 

 

 

 

Føroyska veteran "Five a side" landsliðið kappast í innandura kapping móti Noregi, Danmark, Finnlandi og Íslandi í Lærdalsøyri í Noregi hetta vikuskiftið