Gomlu landsliðshetjurnar vunnu á Finnlandi

Føroyska "Five a side" veteranlandsliðið hevur fingið síni fyrstu stig í Veteran Cup kappingini í Lærdalsøyri í Noregi

Gomlu landsliðshetjurnar endaðu dagin væl í Lærdalsøyri í Noregi við einum 4-3 sigri á Finnlandi

Gomlu landsliðshetjurnar endaðu dagin væl í Lærdalsøyri í Noregi við einum 4-3 sigri á Finnlandi

"Triðju ferð er eydnunar ferð" verður tíðum sagt.

Hesi orð kann føroyska "Five a side" veteranlandsliðið taka til sín.

Aftaná 2-6 tap móti Noregi og 3-5 tap móti Danmark eydnaðist tað føroysku veteranunum at vinna 4-3 á Finnlandi, og harvið tryggja sær fyrstu stigini í innandura veteranlandsliðskappingini í Lærdalsøyri í Sogn og Fjordane í Noregi.

Todi Jónsson skoraði tvey mál í føroyska sigrinum á Finnlandi. Hinir málskjúttarnir hjá Føroyum vóru Christian Høgni Jacobsen og Allan Mørkøre.

Í morgin klokkan 13.15 spælir føroyska veteranlandsliðið móti Íslandi.

Líkt er til, at Noreg og Danmark fara at kappast um fyrsta plássið í bólkinum. 

Danmark hevur vunnið 6-3 á Íslandi og 5-3 á Føroyum. Noreg hevur vunnið 6-2 á Føroyum og 5-1 á Finnlandi.

LiðDVJTMálStig
Noreg220086
Danmark220056
Føroyar3102-53
Ísland1001-30
Finnland2002-50

Gomlu landsliðshetjurnar endaðu dagin væl í Lærdalsøyri í Noregi við einum 4-3 sigri á Finnlandi