Gongur væl hjá Manchester United - uttanfyri vøllin

Høvuðsvenjarin, Ole Gunnar Solskjær sleppur at spandera í summar í vónini um, at tað kann fara at ganga frægari ítróttarliga

Ítróttarliga gongur ikki væl, men enn gongur somikið væl fíggjarliga, at Ole Gunnar Solskjær, høvuðsvenjari hjá Manchester United sleppur at keypa stórt inn í summar

Ítróttarliga gongur ikki væl, men enn gongur somikið væl fíggjarliga, at Ole Gunnar Solskjær, høvuðsvenjari hjá Manchester United sleppur at keypa stórt inn í summar

Premier League liðini í Manchester eru eitt paradoks.

Ensku meistararnir, Manchester City koyra væl ítróttarliga. Teir hava vunnið Premier League og Liga Cup kappingina higartil, og eru stórfavorittar at vinna FA Cup finaluna móti Watford á Wembley leikvøllinum í London komandi leygardag.

Men Manchester City verður ikki mett av eftirlitsnevndini hjá UEFA at koyra nú væl fíggjarliga, og tá tað ræður um at halda Financial Fair Play reglurnar við veruligum inntøkum. Og City verður nú hótt við stongsli til komandi Champions League kapping.

Beint øvugt er hjá Manchester United. Har gongur av skriðuni ítróttarliga, men fíggjarliga og við veruligum inntøkum, ið halda Financial Fair Play reglurnar hjá UEFA gongur væl. 

Seinastu níggju mánaðarnar hevur United økt umsetningin við 5,9 prosentum upp í 496 miljónir bretsk pund. Tað svarar til næstan fýra miljardir og 239 miljónir krónur í okkara peningi. United hevur tú eina skuld sum svarar til tvær miljardir og 650 miljónir krónur í okkara peningi. 

Stjórin í Manchester United, Ed Woodward boðar sambært enskum miðlum frá, at felagið hevur midlarnar til at vísa vøddar á summarmarknaðinum, og hetta eru sera góð tíðindi hjá høvuðsvenjaranum, Ole Gunnar Solskjær, ið sleppur á fyrsta sinni sjálvur at keypa spælarar inn.

- Aftaná eitt turbolent kappingarár hava øll í Manchester United sjóneykuna á at byggja upp eina framgongd fyri framtíðina, sum ein væntar av hesum felagnum, og sum mongu viðhaldsfólkini hava krav uppá, skrivar Ed Woodward á Twitter. Ed Woodward leggur eisini dent á, at fíggjarliga styrkin hjá Manchester United ger tað møguligt at stuðla fíggjarliga uppundir ætlanirnar hjá Ole Gunnar Solskjær fyri komandi kappingarárinum. 

Ítróttarliga gongur ikki væl, men enn gongur somikið væl fíggjarliga, at Ole Gunnar Solskjær, høvuðsvenjari hjá Manchester United sleppur at keypa stórt inn í summar