Gott at fáa útlendsk eygu á Betrideildina (FM1)

(FM1) Heðin Askham var gestur hjá Tróndi Arge í sendingini Fótbóltspanelið á FM1 seinnapartin

Savnsmynd: FM1

Savnsmynd: FM1

##med2##

- Tað er gott at fáa útlendsk eygu á Betrideildina, eisini tá talan er um dømingina í deildini. Hetta heldur Heðin Askham, venjari og fótbóltsviðmerkjari.

Heðin Askham var gestur hjá Tróndi Arge í sendingini Fótbóltspanelið á FM1 seinnapartin í dag.

Heðin og Tróndur litu eisini aftur á undanfarna umfarið í Betrideildini.

Tróndur fekk eisini Heðin at meta um komandi umfarið í Betrideildini:

2. Hvítusunnudag:

Klokkan 15: B36-HB (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

Klokkan 15: Víkingur-TB (Árni Gregersen verður heimildarmaður hjá FM1)

Klokkan 17: Skála-NSÍ (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

Klokkan 19: AB-KÍ (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

Týskvøld:

Klokkan 19: ÍF-EB/Streymur (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina Fótbóltspanelið. 

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á FM1 á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5, FM 98,7.

 

 

 

 

Savnsmynd: FM1

(Hoyr sendingina Fótbóltspanelið. Gestur: Heðin Askham)