Gott avrik - men tepurt og beiskt tap (FM1)

(FM1) Hoyr dystarendan Føroyar-Slovakia 26-27 (13-14), hoyr greining hjá Gunnari Djurhuus, og samrøðu við Róa Berg Hansen

Mynd: Gunnar Djurhuus

Mynd: Gunnar Djurhuus

##med2##

- Tað er frægari at tapa greitt. Einki er so súrt sum hetta. Orðini eigur Rói Berg Hansen aftaná góða leikliga avrikið, men kortini súra eittmálstapið 26-27 hjá manslandsliðnum í hondbólti móti Slovakia í HM-undanundankappingini, ið Føroyar eru partur av niðri í Luksemborg hetta vikuskiftið.

Føroyar taptu ígjár 25-36 fyri Litava, og í morgin skulu Føroyar spæla móti Luksemborg um triðja plássið í undanbólkinum. Luksemborg spælir móti Litava í kvøld. Litava møtir Slovakia í morgin í tí sum verður bólkafinalan.

Føroyar - Slovakia 26-27 (13-14)

Føroyar: Kjartan Johansen 9, Peter Krogh 6, Helgi H. Hoydal 3, Jónas G. Djurhuus 3, Nicklas Selvig 2, Rói Berg Hansen 2, Pætur Thomsen 1, Leivur Mortensen 1. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal siga frá dramatiska dystarendanum, har Føroyar vóru so nær, so nær at fáa javnleik 27-27, men tað kiksaði í evstu sekundunum.

2) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Gunnar Djurhuus greina dystin og eitt gott føroyskt avrik, ið akkurát var ov stutt til at fáa eitt stig.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Róa Berg Hansen, ið hevði eina betri kenslu aftaná avrikið í dag, men kortini eina beiska kenslu um, at Føroyar ikki fingu stig í dag. 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan, Kjartan Johansen og debutantin, Teis Horn Rasmussen.

HER  ber til at hoyra samrøðunar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við liðskiparan, Rókur Akralíð og landsliðsvenjaran, Sonni Larsen. 

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum móti Luksemborg, ið byrjar klokkan 16.30 í morgin. Sendingin byrjar klokkan 16.10. Gunnar Djurhuus verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

Øll kunnu hoyra sendingina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

 

 

 

Mynd: Gunnar Djurhuus

(Føroyar-Slovakia 26-27: Dystarendin, greining hjá Gunnari Djurhuus og samrøða við Róa Berg Hansen)