Grandqvist: Eg átti ikki reytt kort

Tað sigur liðskiparin hjá Svøríki, sum er aftur á Tórsvølli

Mynd: (Álvur Haraldsen) Andreas Grandqvist í nærdysti við Arnbjørn T. Hansen á Tórsvølli í 2012

Mynd: (Álvur Haraldsen) Andreas Grandqvist í nærdysti við Arnbjørn T. Hansen á Tórsvølli í 2012

Føroyar komu í bólk saman við Svøríki til HM 2014 undankappingina. Í øðrum umfari spældu liðini á Tórsvølli. Hetta var fyrsti heimadysturin hjá Lars Olsen sum landsliðsvenjara. Føroyar komu á odda 1-0 við máli, sum Rógvi Baldvinsson skoraði. Men í seinna hálvleiki traðkaði Zlatan Ibrahimovic til. Hann legði upp til eitt og skoraði avgerandi málið til 2-1. Stóra søgan var, at hann og Fróði Benjaminsen fóru til hendurs í hálvleikinum.

##med2## 

Í returdystinum á Friends Arena í Stokkhólmi var Zlatan aftur upp á spæl. Hann skuldi helst verið útvístur, men endaði við at skjóta bæði málini í 2-0 sigrinum. Eftir dystin helt hann fyri, at føroysku spælararnir grenjaðu ov illa. Ein spælari, sum bleiv útvístur var verjuspælarin Andreas Grandqvist.

- Eg minnist tað sum nakrar harðar dystir. Vit máttu stríðast í Føroyum, tí tit koma á odda upp á eitt langt innkast, sum eg minnist. Vit máttu stríðast fyri at fáa sigurin. Mín persónliga meining er, at hatta reyða kortið ikki var rættvíst, sigur Andreas Grandqvist brosandi.

 ##med3##

Hann segði eisini, at føroyska liðið er væl skipað og at svenskarnir skulu stríðast væl, um teir skulu vinna.

FM1 hevur upptakt, beinleiðis frásøgn og 3. Hálvleik í samband við dystin í morgin, sum byrjar klokkan 19.45. Longu frá klokkan 10 verður landsliðsdámur á FM1. Fótbóltspanelið verður frá 15 til 17 og upptakt verður av Tórsvølli frá klokkan 18.

Mynd: (Álvur Haraldsen) Andreas Grandqvist í nærdysti við Arnbjørn T. Hansen á Tórsvølli í 2012

Mynd: Forsíðan á ÍtróttarSosialinum 15. oktober 2012