Grannauppgerðin endaði í bardaga

NSÍ misti ein mann og misnýtti so brotsspark, tá ið Elias Fagrá bjargaði skotinum hjá Peturi Knudsen og tryggjaði harvið Víkingi øll stigini

Tað var øgiligur dramatikkur fram ímóti dystarenda í góðveðrinum við Løkina íkvøld.

NSÍ stríddist fyri at svara aftur og javna, tá ið innskifti vongverjin í høgru Bárður J. Hansen var í hornatøkum við fleiri á beinkinum hjá Víkingi, eftir at bólturin var farin út til innkast.

Tað endaði við, at dómarin Rúni Gaardbo vísti Bárði av vøllinum og tveimum av teimum á beinkinum hjá Víkingi.

Lítla løtu seinni fór NSÍ miðvallarin Jesper Flinck Christjansen um koll, og so bríkslaði dómarin fyri brotssparki til NSÍ. Innskifti Petur Knudsen tók á seg at avgreiða úr 11 metrum, og málverjin hjá Víkingi Elias Fagrá tveitti seg til høgru fyri seg sjálvan og bjargaði meistarliga.

Harvið var støðan framvegis 2-1 til Víking, og soleiðis var støðan, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð.

Stórur fagnaður í leguni hjá Víkingi, og vónbrot í heimaleguni. Tapið ber við sær, at NSÍ framvegis hevur 35 stig. Tað eru 11 stig fram til HB og seks stig fram til KÍ. FM møguleikin er burtur, og B36 hevur í útsetta dystinum ímóti Skála møguleika at økja um frástøðuna til NSÍ til fimm stig.

Miðskeðis í fyrra hálvleiki legði Víkingur seg á odda. Sølvi Vatnhamar legði innfyri úr vinstru, og NSÍ liðformaðurin og toppskjúttin Klæmint A. Olsen var óheppin at stýra bóltin í sítt egna mál.

Í Fuglafirði skoraði danski miðvallarin Jesper Flinck Christjansen sigursmálið í 1-0 NSÍ sigrinum. Tað gjørdi hann við høvdinum eftir hornaspark. Støðan var nett tann sama, og málskjúttin var tann sami, tá ið NSÍ javnaði til 1-1. Hetta var tríggjar minuttir eftir steðgin, og NSÍ tevjaði næstu løtuna av álvara møguleikan at leggja seg á odda.

Soleiðis tørnaði tað ikki út. Tá ið Víkingur fyri knøppum trimum mánaðum síðani vann 1-0 á heimavølli ímóti NSÍ, var tað vongverjin í høgru hjá Víkingi, Ari Olsen, sum skoraði sigursmálið við rimmar skoti.

Eitt korter undan leikloki skoraði Ari Olsen sigursmálið í kvøld. Tað var við skoti av brotsteigarmarkinum, og aftur hesa ferð var tað Sølvi Vatnhamar, sum átti uppleggið.

2-1 sigurin ber við sær, at Víkingur nú hevur 26 stig og er seks stig og betri málmun frammanfyri ÍF.

 ##ms##

NSÍ – Víkingur 1-2 (0-1)

0-1: sjálvmál

1-1: Jesper Flinck Christjansen

1-2: Ari Olsen

Dómari: Rúni Gaardbo

NSÍ: Tórður Thomsen – Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard, Jákup Jakobsen (Petur Knudsen, 65.)– Jann J. Benjaminsen, Búi Egilsson (Salmundur Bech, 70.),  Jesper Flinck Christjansen, Mórits Heini Mortensen, Rógvi Egilstoft – Steffan A. Løkin (Bárður J. Hansen, 64.), Klæmint A. Olsen

Á beinkinum: Karstin Hansen, Jann Martin Mortensen, Pætur Turiðarson Skipanes, Aron Knudsen

Gult kort: eingin

Reytt kort: Bárður J. Hansen (beinleiðis reytt) 87.

Venjari: Glenn Ståhl

Víkingur: Elias Fagrá – Ari Olsen, Atli Gregersen, Vukasin Tomic, Noah Mneney – Bogi Reinert Petersen (Andreas Lava Olsen, 72.), Gunnar Vatnhamar – Lukasz Vieslewicz, Sølvi Vatnhamar, Jákup Johansen – Finnur Justinussen (Arnbjørn Svensson, 90.)

Á beinkinum: Sonni Højgaard, Elias J. Lervig, Bergur Gregersen, Geza David Turi, Aron J. Ellingsgaard

Gult kort: eingin

Venjari: Eyðun Klakstein

 

HB171511521246
171322551741
B36161213492037
NSÍ171124301235
Víkingur16826322426
ÍF16628193320
EB/Streymur15311193610
TB1514109247
AB17071011497
Skála1602149482

Skála - B36 útsettur

Sunnudagin 16. august

TB - EB/Streymur

Sunnudagin 23. august

ÍF - Víkingur

EB/Streymur - AB

TB - Skála