Gravgangur eftir atgongumerkjum til EM 2020

Uefa hevur fingið umbønir um 19,3 milliónir atgongumerki til EM 202, sum millum annað verður spælt í Keypmannahavn.

EM-endaspælið verður í 12 býum næsta ár. - Mynd: Andreas Solaro/Ritzau Scanpix

EM-endaspælið verður í 12 býum næsta ár. - Mynd: Andreas Solaro/Ritzau Scanpix

Nógv eru um boðið at fáa atgongumerki til næsta árs harra-EM í fótbólti, sum verður spælt í 12 ymsum evropiskum býum, millum teirra Keypmannahavn.

Eftir fyrstu umsóknarrundu um atgongumerki, sum byrjaði í síðstu viku, hevur Evropiska Fótbótlssambandið (Uefa) fingið umbønir um keyp av 19,3 milliónum atgongumerkjum. 1,5 milliónir atgongumerki eru sett til sølu, tí skal kastast lut millum umsøkjararnar, sum hava ynskt at keypa atgongumerki.

Áhugin fyri EM-atgongumerkjum er methøgur. Í sambandi við fyrstu atgongumerkjasøluna til EM í 2016 í Frankaríki høvdu fótbóltsfjeppar biðið um at keypa 11 milliónir atgongumerki. Tað skrivar Uefa á heimasíðuni.

Best umtókt er sjálv finalan á Wembley. 1,9 milliónir fjepparar hava ynskt at keypa atgongumerki til dysin, har í fyrstu syfti 43.000 atgongumerki eru sett til sølu. Harvið verður tað álið 44. hvør, sum fær eitt finalu atgongumerki.

Fýra av EM-dystunum verða spældir í Parkini í Keypmannahavn. Talan er um tríggjar bólkadystir og eina áttindapartsfinalu. Um Danmark kvalifiserar seg til endaspæli, fáa donsku dreinginri heimavallarfyrimun í tveimum bólkardystum.

Næsta sølurunda av EM-atgongumerkjum byrjar í desember eftir EM-lutakastið.

 

/ritzau/

EM-endaspælið verður í 12 býum næsta ár. - Mynd: Andreas Solaro/Ritzau Scanpix