Guðjón verður ikki føroyskur landsliðsvenjari

Søgan um at Guðjón Tórðarson er til samrøðu við FSF passar ikki

Í vikuni hevur íslendski miðilin fotbolti.net skrivað, at fyrrverandi venjarin hjá NSÍ, Guðjón Tórarson, hevur verið til samrøðu við Fótbóltssambandið um landsliðsstarvið.

Føroyskir miðlar hava eisini endurgivið tíðindini, men Guðjón Tórðarson sigur í dag við In.fo, at einki er um søguna. Hann hevur søkt starvið, men hann hevur ikki verið til nakra samrøðu við Fótbóltssambandið.

Christian F. Andreasen, forseti í FSF, segði fríggjadagin í Fótbóltspanelinum, at tað nú eru fimm ella færri umsøkjarar eftir. Nýggjur landsliðsvenjari verður væntandi settur í seinasta lagi í januar.