Elsta hondbóltsfelagið í Føroyum eitur Neisin. Felagið varð stovnað í 1931 og 21. mars verður felagið 90 ár.
90 ára føðingardagurin er ein mánað burtur, og sjálvandi ætla tey í felagnum longu í dag at vinna gull.
Kvinnurnar hava kappast í steypakapping síðani 1987, og Neisin hevur vunnið fleiri finalur enn nakað annað felag.
Kvinnuliðið hjá Neistanum hevur vunnið 14 finalur, ið er tvífalt so mangar, sum næsta liðið hevur vunnið. Tað er Stjørnan, sum hevur vunnið sjey finalur.
Hóast Neistin hevur vunnið fleiri kvinnufinalur enn nakað annað felag, so hevur tað verið soltnari seinastu árini, enn tað plagdi at vera. Neisin hevur ikki verið í finaluni síðani 2017, tá ið Kyndil vann 26 – 21. Síðsi finalusigurin hjá Neistanum var í 2016, tá ið sigurin var ímóti VÍF, og úrslitið var 17 – 16.
Í hesi øldini hevur tað ikki verið so stutt millum finalusigrarnar, sum tað plagdi at vera hjá Neistakvinnum. Neistin vann í 2006, í 2013 og so aftur í 2016. Longsta sigursrøðin í steypafinalum hjá Neistakvinnum var 1994 – 1998, tá ið Neistin vann allar fimm finalurnar.
Menninir hava kappast í steypakapping síðani 1985. Menninir hjá Neistanum vunnu steypafinaluna fyri fyrstu ferð í 1992 ella áttandu finaluna. Neistin vann eisini mansfinaluna í 1994, men so var turkur fram til 2009. Tá var talan um sigursrøð, tí Neistin vann allar fýra finalurnar 2009 – 2012.
Neistin vann mansfinaluna í 2019, tá ið úrslitið ímóti Kyndli var 23 – 22.
Steypavinnarar - kvinnur | |
2020 | H71 |
2019 | Kyndil |
2018 | VÍF |
2017 | Kyndil |
2016 | Neistin |
2015 | Neistin |
2014 | Kyndil |
2013 | Neistin |
2012 | Stjørnan |
2011 | Tjaldur |
2010 | Stjørnan |
2009 | Stjørnan |
2008 | Stjørnan |
2007 | Stjørnan |
2006 | Neistin |
2005 | Stjørnan |
2004 | Stjørnan |
2003 | VB |
2002 | VÍF |
2001 | VÍF |
2000 | Kyndil |
1999 | VÍF |
1998 | Neistin |
1997 | Neistin |
1996 | Neistin |
1995 | Neistin |
1994 | Neistin |
1993 | VB |
1992 | Neistin |
1991 | Skála |
1990 | Neistin |
1989 | Neistin |
1988 | Neistin |
1987 | Neistin |